Tekstmaskinan
Vælumtókta undirhaldssendingin hjá TV3, Fangarnir á Fortinum, fæst nú eisini í pc-útgávu. Eins og í sjónvarpsútgávuni ræður um í spælinum, at nakrir persónar skulu royna seg í eini røð av avbjóðingum á gamla franska slottinum Boyard. Tá ein uppgáva er loyst, fæst ein lykil, og tá sjey lyklar eru savnaðir, skal ein gáta gitast, áðrenn tað slepst framat skattinum.
Sjónvarpsrøðin er gott undirhald, og gav hópin av ævitýrum og spenningi, men telduspælið fer neyvan at fanga nógv framman fyri skíggjanum.
Tilvildarinnar spæl
Fyritreytirnar eru annars tær bestu. Hetta er eitt flott spæl í góðum umhvørvi. Nógv stemningsmettað videoklipp frá fortinum og grafikkurin og animeringin av persónunum er væl gjørt. Spælið er danskað, og upp til seks persónar kunnu spæla ísenn. Kortini virkar spælið ikki. Uppgávurnar eru stutt sagt ov vánaligar.
Ein skal eftirgera seg gjøgnum nakrar rættiliga kropsliga krevjandi uppgávur við músini, og fleiri ferðir virkar músin næstan ikki. Uttan mun til hvussu ein flytir músina, gerst úrslitið hitt sama. Og í fleiri førum veit ein ikki, hvat ein skal gera og hvussu.
Til dømis er ein uppgáva, har ein granat á hjólum skal skumpast upp gjøgnum eina sliðsku og raka ein ring. Tað eydnaðist fleiri ferðir, men tað var als ikki tengt at, hvussu vit fluttu músina.
Í eini aðrari uppgávu hongur ein í armunum í ringum, sum eru bundnir í loftið, og síðani skal ein flyta seg frá ringi til ring. Her bar til at stýra músini, men ógjørligt at koma ígjøgnum, hvussu so roynt varð.
Tá tað soleiðis er tilvildin heldur enn ein sjálvur ið avgerð, um ein megnar uppgávuna ella ikki, ja, so minkar hugurin og verður meiri og meiri til illneitan inn á spælið.
Friður, takk
Betri gerst tað ikki av at leikstjórin við hvørt endurtekur síni boð í tað óendaliga. Í eini uppgávu skal ein finna eitt orð av nøkrum bókstavum. Tað krevur konsentratión og frið, men ikki ganga mong sekund áðrenn leikstjórin aftur greiðir frá, hvat uppgávan gongur út uppá. Og hetta heldur fram, til ein slær ljóðið frá.
Ætlanin góð
Tað er spell, at tað grundleggjandi ikki er í lagi, tí tað er annars nógv gott í spælinum. Tað er eitt spæl, har tað fyri einaferð skuld ikki snýr seg um at jarðleggja onnur, men har øll skulu draga eina línu. Spælið vendir sær til mong, tí uppgávurnar eru so ymiskar og tað leggur upp til samstarv. Arbeitt verður í bólki og býtt verður frá byrjan av upp eftir eginleikum sum styrki, áhaldni, klókleika o.s.v.
Fakta
Fort Boyard ? Tú ert fangaður! setur bert smá krøv til telduna. Tað skuldi verið nóg mikið við eini 486 við DOS 5.0, 8 MB ram og einum VGA grafikkkorti við 640x480 punktum og 256 litum.