Tað hendir tíverri av og á, at vit hoyra í tíðindunum, at maður hevur latið lív á sjónum.
Hóast tað var um reppið, at hesi tíðindi aftur spurdist seinasta hósdag, so var Regin Hammer heppin.
Hann varð syftur úr lítlum gummibáti, sum lá við Pelagos úti á Ytra Banka, men bjargaði lívinum.
Tað eydnaðist Regini at binda ein tjúkkan togenda um seg, so manningin kundi hála hann inn á dekkið.
Seinasti hósdagur var vanligur dagur hjá teimum flestu, eisini hjá Regini Hammer.
Fyrsti túrur við Fram
Hann var á fyrsta túri sínum við Fram, eftir at hava arbeitt í landi síðan 1. juni í ár. Teir fóru út 3. oktober.
Tað um níggju tíðina á kvøldi, at skiparin spurdi Regin Hammer, um hann var kendur við at sigla gummibát, og um hann helt seg til at fara eitt ørindi yvir á Pelagos, sum lá nærindis. Pelagos hevði júst verið inni, og hevði onkra útgerð, sum Regin og ein annar av manningini á Fram, skuldi fara eftir.
Jú,segði Regin.Hann hevur siglt við norskum skipi í trý ár, og har brúktu teir eisini at ferðast við gummibáti millum skip á havinum.
- Veðrið var av tí besta. Tað var tung alda, men ongin vindur og klárt. Eg gjørdi meg til at fara. Av onkrari grund fór eg niður at lata meg í eina flótidragt, sum eg havi keypt í Noregi. Síðani lat eg meg í bjargingarvest, og vit fóru í gummibátin, sigur Regin Hammer.
Teir komu yvir í øllum góðum og løgdu at Pelagos. Manningin blakaði teimum ein enda, so teir kundu halda gummibatinum at, meðan teir at skipaðu útgerðina umborð.
- Sum vit liggja við Pelagos, kemur slekkur í endan eg haldi í.Tað kemst av, at aldan er so tung, og tí er gummibáturin ófriðarligur. Eg fekk av misgávum eina bukt um hondina.
Slekkur kom í togendan
- Tá gummibáturin fór upp aftur við alduni, táttar endin í, og eg varð syftur fyri borð, og gummibáturin, sum hin maðurin var í, fór frá. Av tí at tað var so tung alda, var torført at stýra. Skuldi hann roynt at hjálpt mær, vóru vit riknir ov lagt frá skipinum, og tað hevði bert gjørt støðuna enn verri, sigur Regin.
Hann lá góða løtu í sjónum við skipasíðuna og bardist fyri lívinum. Buktin á endanum hjálpti honum í fyrstuni at halda fast um endan, men so gleið hondin úr buktini, og hann var um at missa festið, tí endin var so klænur.
Tveir mans vóru á dekkinum, og hinir vóru allir í verksmiðjuni umborð.
- Teir róptu til mín um at sleppa endanum, tí teir sóu, at eg var í flótidrakt og bjargingarvesti. Teir róptu til mín, at hetta fór at halda mær uppi. Eg tordi kortini ikki at sleppa, tí eg hevði ikki álit á, at draktin fór at halda.
- Ein løta gekk, men so varð ein tjúkkar togendi blakaður til mín, meðan hin fór eftir hjálp.
- Teir bóðu meg binda togendan um miðjuna, men tá var eg so skelkaður, at eg í fyrstuni ikki skilti,hvat teir róptu til mín.
- At enda fekk eg kortini togendan tveir ferður um miðjuna, og teir togaðu meg upp, sigur Regin Hammer.
Hann heldur seg hava ligið í sjónum einar 10-15 minuttir. Løtan var ræðandi drúgv, minnist Regin.
- Eg sá deyðan í eyguni, og óteljandi tankar runnu gjøgnum vitið hesa løtuna, men eg setti mær fyri, at eg skuldi klára tað, og bardist fyri at yvirliva.
- Eg royndi eisini at sleppa upp í gummibátin, men tað miseydnaðist.
- Tá eg kom umborð ringdi eg til skiparan. Hann spurdi, um eg kundi koma við gummibátinum umborð á Fram aftur, men tað noktaði eg fyri, tí eg var so skelkaður.
Skalaði bert rivjabein
Tjaldið kom eftir Regini, og hann fór á Landssjúkrahúsið til kanningar. Har var hann slakan tíma. Hann var komin væl frá hendingin, men hevði skala rivjabeinini, tá mnningin á Pelagos hálaðu hann umborð.
- Eg eri sera takksamur, at eg eri á lívi, og eg vil fegin takka fyri ta hjálp, sum manningini á Pelagos veitti mær, sigur Regin Hammer
Ein orsøk til at tað gekst Regini Hammer væl hesaferð, er, at hann hevur siglt sum dekkari síðan hann var 15 ára gamal, men eisini tí hann hevur verið á trygdarskeið í Noregi.
Trygdarskeið og bjargingarroyndir
Har er tað krav, at sjófólk fara á trygdarskeið, sum reiðaríðið rindar.
Harnæst var ein bjargingarvenjing á hvørjum túri gjørd umborð á skipinum, sum Regin Hanmmer var við.
Har lærir manningin, at seta bjargingarbátin út. Teir læra eisini at lata seg í yvirlivilsisdrakt, brúka roykkavaraútgerð, eins og teir fáa upplýst, hvar útgerðin er umborð o.s.fr...
Tá norsk skip nýta gummibát millum skip á havinum,verður sjálvur báturin í spælinum heysaður upp á dekkið, so slepst undan at flyta góðs meðan báturin liggur við skipasíðuna.
Um óhappið, sum Regin Hammer tíbetur slapp undan í øllum góðum, sigur hann:
- Eg vil tilmæla øllum, sum skulu gera slíka ferð, um at fara í yvirlivilsisdrakt.
- Sjálvur var í regattadrakt tey kalla, við flótievni í, men hon er ikki vatntøtt. Tíbetur var tað ikki so kalt í sjónum henda dagin - eini átta hitastig - so tað hjálpti mær eisini, sigur Regin Hammer, sum ætlar sær til skips aftur.
Hann hevur roynt at arbeiða á landi eitt skifti, men hevði ov lítið at gera.
Tí fór hann við Fram, men um okkurt áhugavert arbeiði hevði verið í boðið í landi, so veit hann ikki, um hann ikki hevði tikið av. Í fyrstu syftu fer Regin at halda frí eina tíð, fyri at koma fyri seg aftaná stóra skelkin.











