Nú er fyrsti vinnarin í Songrødd kappingini 1997 funnin. Fyrsta umfar var á Tvøroyri leygarkvøldið, og vinnari gjørdist Michelle Carlsson úr Sumba.
Tiltakið, sum var í TB-húsinum, eydnaðist stak væl, og fleiri enn 400 fólk vóru til tiltakið. Sjálv sangkappingin er partur av dansikvøldi, har nýggjastu dansitónarnir verða spældir.
Fimm fólk vóru við í kappingini á Tvøroyri, men bert tríggjar framførslur vóru, tí trý av fólkunum vóru saman um eina sangin. Michelle Carlsson, sum vann, sang Unbreak my heart hjá Toni Braxton.
FC-stjórin
vælnøgdur
Páll Arge, sum við fyritøku sín, FC, skipar fyri songrøddkappingini, er væl nøgdur við fyrstu innleiðandi kappingina.
Alt gekk uppá stás á Tvøroyri. Fólk tóku sera væl undir við kappingini, og tey sum vóru við í kappingini, sungu øll sera væl, sigur hann.
Tað var trupult at finna vinnaran, og eftir at vit høvdu talt atkvøðurnar hjá dómarunum, vóru bert heilt fá stig millum allar luttakararnar.
Møguleiki er framvegis hjá tí, sum var næstbest á Tvøroyri, at sleppa við til finaluna, tí tá øll innleiðandi umførini hava verið, verða tvey teir bestu tveyarnir valdir, og teir sleppa eisini við til finaluna.
Framhaldandi gongdin í kappingini liggur ikki heilt fast, tí onnur tónleikatiltøk bresta saman við songrøddkappingna.
22. november var ætlanin at hava innleiðandi kappingina í Havn, men hon verður helst flutt til fríggjakvøldið fyri, tí leygarkvøldið spæla heimskendu The Commitments í Havn.
Um tvær vikur verður helst farið í Vágarnar at hava innleiðandi kappingina har, men kappingin, sum skuldi vera í Klaksvík, er nú avlýst.
6. desember er ætlanin at hava innleiðandi kappingina á Kambsdali, og tað verður eftir øllum at døma eitt rimmar kvøld, tí Moirae skal eisini spæla hetta kvøldið.
Vit ætla so skjótt, sum tað er gjørligt, at leggja skránna fyri restina av kappingina fasta. Tað eru nógv viðurskiftið, sum skulu passa saman, men vit arbeiða í løtuni miðvíst fyri at fáa alt uppá pláss, sigur Páll Arge
Talan er ikki um at broyta dagin, tá finalan skal verða, og enn sum áður er hon sett til leygarkvøldið 13. desember. Finalan verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.










