Gevið bygdafólkinum virkini aftur

Tómu virkini

Í nógvum bygdum standa tómir flakavirkisbygningar, sum bygdafólkið ikki longur eigur, og sum tey ikki sleppa at brúka.


Nógv hevur verið roynt at gera við hesa støðu, men tað tykist at vera sera torført.

Tað eru Fiskavirking ella Føroya Banki, ið oftast liggja í buktini. Føroya fólk hevur goldið nógvan pening í Fiskavirking, men tað err ilt at fáa eygað á nyttuna av hesum pengum.


Virkir oyðiløgd

Í fleiri bygdum varð útgerðin tikin úr virkjunum. Tey vórðu snøgt sagt raserað.

Í øðrum bygdum eydnaðist tað bygdafólkinum við fysiskum blokadum at forða fyri, at teirra virkir vórðu tømd og oyðiløgd.

Tann stóri spurningurin er, hvørja nyttu hava Fiskavirking og Føroya Banki av, at hava hesar bygningarnar standandi tómar, og hví vilja tey ikki lata bygdafólkið yvirtaka teir?


Eru boðini úr Danmark

Fólk á Eiði, í Nólsoy, í Vági og aðrastaðni við hava bjóða uppá síni virkir, men tað vísir seg, at tey ofta ikki fáa nakað konkret svar. Eru tey áhugaðu før fyri at seta 1 mill. í virkið, vil bankin hava 2 mill., og verður bjóðað 5 mill. krevur bankin 8 o.s.fr.

Kundi tað hugsast, at bankin ger eftir boðum frá Fíggingargrunninum um at hava eitt avmarkað tal av flakavirkjum í Føroyum.

Um so er, átti fólkið at fingið greið boð og bankin átti ikki at nýtt henda mannminkandi framferðarhátt.


Flakavinnan niðurslitin

Soleiðis sum flakavinnan er misrøkt og við teimum øktu krøvunum til løggilding og nútímansgering, er lítil møguleiki fyri at virkir, ið byrja av nýggjum, bera seg, og enn minni at tey geva yvirskot fyrstu árini.


Um føroyingar ráddu

í egnum landi

Um vit ráddu í egnum landi, so var okkara uppskot: At bankin lat bygdafólkið fáa virkini fyri ein sámuligan prís. Tey, ið yvirtaka virkini, eiga at gera rakstrarætlanir, og so eigur landskassin at lata stuðul til at gera virkini tíðarhóskandi fyri.


Høvuðsvinnur fáa

stuðul

Í flestu londum fáa høvuðsvinnurnar statsstuðul. Hjá okkum fáa farmaskipareiðarar pening gjøgnum serliga skattaskipan. Fiskiskip og útróðrarbátar fáa íløgustuðul.

Hetta vísir seg at vera neyðugt, um hesar vinnugreinar skulu yvirliva.

Tað ber til at rokna út, hvussu stóran stuðul, tað er ráðiligt at lata til ymsu vinnugreinarnar, í mun til hvørji arbeiðspláss, skattainntøku og aðrar tænastuvinnur hesin stuðulin kastar av sær.

Um vit hugsa okkum, at flakavirkir høvdu rætt til eitt slag av íløgustuðli, so var lættari at fáa hesa vinnu á føtur aftur, og so komu verðandi virkir t.d. Kósavirkið, eisini undir hesa skipan.


Samgonguviljin

Nú valið nærkast, hava samgongupolitikkarar at enda tikið seg saman og hava fingið gongd á aftur virkini í Skopun og á Sandi. Tað bar til, tá viljin var til staðar.

Hetta vísir eisini, at tað loysti seg hjá fólkinum har at seta seg upp ímóti Fiskavirking og forða fyri, at virkini vórðu tømd.

Í VMF vóna vit, at samgongan eisini hevur vilja til at fáa gongd á aftur fiskiídnaðin í Miðvági og hinum bygdunum, ið bíða.


Alis Jacobsen

landsformaður í VMF