FM-Cup '97: Avgerðin fall í seinastu løtu

Fótbóltur: Århus I skoraði málið, sum gava teimum finalusigurin seint í dystinum móti Esbjerg

Fimm lið luttóku í FM-Cup 1997, og kappingin varð skipað á tann hátt, at øll liðini spældu ímóti hvørjum øðrum, og tvey tey bestu skuldu so spæla finalu. Dystirnir vóru nakað styttri enn vanligt, spælt varð í tvær ferðir 25 minuttir, men seinastu dystirnir vórðu styttir til tvær ferðir 15 minuttir, tí seinkingar vóru í kappingini.


VKF-Århus II 1-2

Samansetta liðið úr Vejle, Kolding og Fredericia kláraði seg væl fyrsta dystin. Lungu og bein vóru frísk. Hinvegin høvdu århusianarnir, sum á pappírinum vóru betra liðið, í byrjanini trupult við at finna hvønn annan. VKF legði seg á odda, áðrenn Egon Joensen javnaði, og Petur Eirikson síðani gjørdi sigursmálið.


Horsens-VKF 8-1

Helst hava VKF¹arnir verið eitt sindur lúgvaðir av tí fyrsta dystinum, tá teir tørnaðu út ímóti Horsens. Í øllum førðm vóru teir fyri stórum ósigri. Sigurin hjá Horsens kundi verið størri, men Dávur Juul í VKF-málnum gjørdi sítt til, at sigurin ikki gjørdist størri.


Esbjerg-Århus I 4-0

Seriu-4 liðið úr Esbjerg (B94) tók Århus I rættiliga á bóli. Tað var ikki liðin nógv tíð, áðrenn støðan var 2-0 til Esbjerg. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum, og eftir hálvleikin skutu teir úr Esbjerg tvey mál afturat.


Århus II-Esbjerg 0-0

Taktikkurin hjá Århus-liðnum í hesum dystinum var at spæla defensivt. Og tá liðið hevur nógvar góðar bólthaldarar eydnaðist hesin taktikkurin partvís væl. Sjálvt um Esbjerg hevði mesta spælið og nakrar góðar møguleikar, endaði dysturin málleysur.


VKF-Århus I 0-8

Spælararnir á liðnum hjá Århus vóru betr fyri í hesum dystinum og tað endaði eisini við stórsigri. Aftur hesaferð noyddist at VKF at lúta við greiðum muni. Støðan í hálvleikinum var 3-0.


Århus II-Horsens 0-0

Horsens legði harðliga fyri og trýsti Århus II mest sum í botn, men tað eydnaðist Århus II at halda málið reint. Eyðun Petersen í málinum há Århus II stóð á røttum stað einar 3-4 ferðir, og bjargaði góðum royndum.


Esbjerg-Horsens 1-0

Hesi liðini hava í fleiri ár havt javnar dystir í FM-kappingum, og hesin dysturin var einki undantak í so máta. Bæði liðini eru væl samanspæl, skipaði og vand. Tískil var lagt upp til ein javnan dyst. Horsens hevði betra spælið, men tóktust hava ov nógv virðing fyri kappingarneytunum. Og tá ið avtornaði varð skorað ímóti teimum uppá ein kontramøguleika. Hans Poulsen gjørdi málið.


VKF-Esbjerg 0-5

VKF¹arnir vístu, eins og teir gjørdu í hinum dystunum, at liðið hevur potentiali til at fara upp í donsku seriu-kappingarnar. Spælið í hesum dystinum var rættiliga gott il tíðir, men tað manglaði eitt sindur í álopsspælinum, tí liðið fekk ikki mál. Tað dugdi Esbjerg betur og vann 5-0.


Århus II-Århus I 1-2

Lokaluppgerðin hevði teir flestu áskoðararnar, og spælarar sóu fram til dystin. Og dysturin gjørdist rættiliga spennandi. Århus II legði seg á odda, tá Kenneth Rasmussen skoraði. Men eftir eina verjuvillu kundi Århus I javna. Og beint áðrenn hálvleik skoraði Signar Simonsen sigursmálið hjá Århus I. Århus II hevði strævna skrá, tí seinkingar vóru, og tí mátti skundast undir onkrar dystir, so at Århus II spældi dystir stutt aftaná hvønn annan.


Århus I-Horsens I

Heldur ikki í hesum dystinum eydnaðist tað Horsens-búgvum at fáa staðfest, at teir eru eitt gott lið, ið hvussu er á stigatalvuni. Hóast nógvar málmøguleikar, harav tvey skot á stongina, fingu teir heldur einki stig burtur úr. Hans Petur í Brekkunum skoraði málið, sum gav Århus I finaluplássið.


Esbjerg og Århus í finaluna

Tá allir dystirnir vórðu spældir gjørdist greitt, at Esbjerg var fremst, Århus II nr. 2, Århus I nr. 3, Horsens nr. 4. og VKF nr. 5. Finalan skuldi tí verða millum Esbjerg og Århus I.

Spælið í finaluni var gott, og fleiri stórir málmøguleikar vóru báðar vegir. Málverjarnir stóðu seg væl, og ikki minst Ragnar Joensen í málinum hjá Århus tók sær fleiri ferðir av naskum royndum.

Hóast møðin var farin at gera um seg ­ hetta var fimti dysturin hjá báðum liðunum hendan dagin ­ var leikferðin høg. Eyðsæð hóvaði tað ikki Esbjerg at tapa ímóti tveyaranum frá innleiðandi umfarinum. Teir høvdu eisini vunnið tann fyrra dystin 4-0. Liðið úr Århus sá møguleika at hevna tapið og vinna á einum av teimum etableraðu liðunum.

Århus I skoraði avgerandi málið seint í dystinum, tá tað eydnaðist Arna Vatnhamar at dribla ígjøgnum Esbjerg-verjuna. Esbkerg fekk beint áðrenn leiklok møguleika at javna, tá teir fingu óbeinleiðis fríspark inni í fimm-metrinum. Ein Århus-verjuspælari hálvkiksaði eitt útspark, sum endaði afturi hjá málmanninum. Hesin helt seg hava loyvið at boksa bóltin vekk, men dómarin helt nakað annað, og dømdi óbeinleiðis fríspark í fimm-metrinum. Århus-spælararnir gjørdu manngarð inni ímillum málstengurnar, og teir kláraðu at verja fyri. Stutt eftir hetta bríkslaði dómarin dystin av, og Århus I gjørdist sostatt vinnari av FM-Cup 1997.