Vit eiga at nýta okkara tilfeingi skilagott

Vit hava ein hvítingsbróðurstovn undir Føroyum, sum tolir eina roynd upp á 30.000 tons, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Og hesin stovnur svimur púra ónýttur fyri durum okkara, meðan menn fáa almennan studning fyri at lata vera við at brúka hetta tilfeingið

Vit hava ein fiskastovn undir Føroyum, sum sambært Fiskirannsóknarstovuni tolir eina roynd upp á 30.000 tons.

Men vit fiska hann ikki.

Vit hava skip í Føroyum, sum kunnu fiska av hesum stovni og geva arbeiði bæði á sjógvi og landi.

Men vit nýta tey ikki.

Vit kundu burtur úr hesum fingið eitt útflutningsvirði upp á einar 60 - til 70 milliónir krónur.

Men vit fáa tað ikki.

Alt hetta kundi verið gjørt, uttan at neyðugt var við stórvegis íløgum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði.

Men vit gera tað ikki. Heldur lata vit monnum almennan stuðul fyri at lata vera við at nýta hendan stovn.

Ein stovn, sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska.


Hálvt ár í vinnuloysi

Sum støðan er í dag, sigur Bergur Poulsen, liggur Havsbrún í grundini í vinnuloysi helvtina av árinum.

Tað er soleiðis, at frá tí, lodnuveiðan endar miðskeiðis í august mánaða, til miðskeiðis í februar, tá virkið fær nakað av lodnu undan Íslandi, verður einki landað til virkið.

Tað sigur seg sjálvt, sigur Bergur Poulsen, at tað ber ikki til at reka eitt slíkt virki, tá helvtin av árinum fer, uttan rávørutilgongd.

Men um so var, at loyvt var at fiska hvítingsbróður, var møguligt at tryggja Havsbrún eina javna rávørutilgongd.

»Sostatt kundu vit havt betri møguleikar at gjørt okkum galdandi í kapping uttanlands,« sigur Bergur Poulsen.

»Hendan rávørustøða ger tað trupult at kunna framleiða alifóður alt árið. Og hon ger tað ómøguligt at vera ein álítandi mjøl- og lýsileverandørur uttanlands,« sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði.

Og hetta ger so aftur, at altjóða kappingarstøðan hjá Havsbrún viknar munandi og gerst ein stór hóttan fyri møguleikarnar at yvirliva í framtíðini, sigur Bergur Poulsen.


Ávirkar hvørt annað

Tað hevur verið ført fram, at hvítingsbróðurveiðan undir Føroyum mátti steðga, tí hon var við til at oyða hýsustovnin.

Grundin var, at trolararnir fingu so nógvan hýsuyngul sum hjáveiðu.

Tað var eisini rætt, sigur Bergur Poulsen. Men síðan tá eru so stórir batar hendir í reiðskapinum, ídnaðartrolararnir nýta, at hetta at kalla ikki kemur fyri.

Ein ídnaðartrolari hevur í samráð við Fiskirannsóknarstovuna gjørt royndir við rist. Og hetta eydnaðist so væl, at hesin háttur nú eisini verður nýtur aðrastaðni. Undir hesum royndum fingu teir minni enn eitt prosent av hýsyngli sum hjáveiðu.

Annars sigur Bergur Poulsen, at økið, trolað verður á, er rættiliga avmarkað. Nøkur heilt fá støð eystanfyri.

Og nú hvítingsbróðurstovnurin hevur verið friðaður í eini trý ár, kann endin gerast, at hann verður ein hóttan móti hýsustovninum, heldur enn trolararnir.

Tí hvør livir av øðrum, og hvítingsbróður etur eisini hýsuyngul.

Fiska vit hinvegin hvítingsbróðurin, sigur Bergur Poulsen, kann hann gagnnýtast til at gera eitt nú alifóður av.

Sum er, er støðan hættislig, sigur Bergur Poulsen. Tað eru ongir møguleikar at hugsa um nakra útbygging við verandi rávørutilgongd.

Men fingu vit hvítingsbróðurin inn í framleiðsluna, kundu vit úr teimum 30.000 tonsunum, Fiskirannsóknarstovan metir, vit kunnu fiska árliga, fingið eini 6.000 tons av mjøli og 1.000 tons av lýsi.

Tað hevði, sum áður nevnt, kunnað givið eitt útflutningsvirði upp á einar 60 - 70 milliónir krónur.