ið, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, at um Skálafjarðartunnilin, ella Eysturoyartunnilin, sum Landsverk nevnir hann, verður lagdur í eitt alment partafelag saman við Sandoyartunlinum, so kann fyrstnevndi [...] Eg haldi hetta vera ein spennandi tanka, men vil fyri alt í verðini ikki órógva tað arbeiði, sum er í gongd í sambandi við linjuføringina. Eg eri opin fyri møguleikanum, og haldi tað vera skeivt at taka [...] men eg ikki, at tað er so ómetaliga stór uppgáva hjá landinum at fíggja Sandoyartunnilin. Hetta er fyrsta viðmerkingin hjá tjóðveldistingmanninum í Sandoynni, Páll á Reynavúgvu. Eins og javnaðartingmaðurin
teimum, sum hava vit vitjanina at gera, góða eydnu. Nú eru tað so bara veðurgudarnir, sum kunnu forkoma okkum henda so einastandandi møguleika. Ein kann sjálvandi spyrja, hví vit skulu leggja so nógva í [...] Tað kunnu tað so bæði vera fyrimunir og vansar við. Men fyri tey her á landi, sum fegin síggja eina munadyggari ferðavinnu og síggja, at dyrnar til land okkara verða latnar víðopnar, er ein slík vitjan sjálvandi [...] sera kærkomin. Tí hon er við til at selja Føroyar sum eitt nú ferðamannaland. At meiri kunning og vitan um okkara land kemur út til onnur lond og fólk kann so eisini gagna okkum í aðrar mátar. At vit flyta
Og hjá okkum, sum hava fingið væl av okkara krøvum nøktað, er tá bara eftir at spyrja: hvat meira kunnu vit so krevja? Tí vit eru so í dag, at fáa vit tað ikki frá tær, ja, so fara vit bara til onkran annan [...] at siga tey ring fyri. So Óli, eg eri líka harmur sum tú um ikki at vera nóg solidariskur. Men lat okkum ikki krevja tað ómøguliga. Sum samfelagið er, so verða íbúgvar tess. Sum stríðsmaður veitst tú, [...] vit í her í landinum hava hoyrt so viðkomandi samrøðu sum hana, sum Sosialurin hevði við Óla Jacobsen, formann í Føroya Fiskimannafelag, seinasta leygardag. Og ongin kann siga annað enn, at Óli hevur grein
eingin kann vænta, at ein vinna, kann megna at endurnýggja seg sjálva, við eini slíkari avmarking. Óli Jacobsen segði, at tá ið nú vinnan skuldi vera so fræls, sum tað tykist at hon skal vera, so eigur [...] fiskiflotan fyri, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fiskiskapin. Kann vera skilagott Óli Jacobsen segði, at higartil hava vit havt eitt ávíst frælsi til at keypa og selja fiskidagar, men bara ímillum skipini [...] ? Í síðsta enda kann avtalan ímillum samgonguflokkarnar føra til, at ávís fiskasløg als ikki verða fiskað. Tað er Fiskimannafelag Fiskimannafelag, sum finst at avtaluni, sum herfyri varð gjørd ímillum
verða útlutað sum menningarkvotur. Floksformaðurin sigur, at tað er eyðsæð, at tað vera bara verandi reiðarar, sum hava ráð til at keypa kvotur á uppboði. – Tað er ongin, sum hevur nakran sum helst møguleika [...] onkur, sum í roynd og veru bara umboðar útlendsk vinnulívsfólk, so verða tað útlendingar, sum fara við vinninginum. Skulu fleiri vinnulívsfólk hava nakran møguleika at sleppa upp í fiskivinnuna, kann tað [...] tað bara vera við menningarkvotunum, tí tær skulu latast økjum, sum eru undirumboðað í fiskivinnuni frammanundan. Spurningurin er kortini, hvussu veruleikakent er, tí Framsókn, sum er í samgongu, hevur ilt
Hetta er ein partur av menningini. LEYGARDAGIN fingu 19 føroyingar prógv sum ferðaleiðarar. Vit ynskja teimum tillukku. Tað er nettup slíkt sum ein ferðaleiðaraútbúgving, sum skal forða fyri, at tað henda [...] uppgávu, sum m.a. er at tryggja, at vit fáa eina ferðavinnu, ið bæði vit føroyingar og ferðafólkini kunnu verða nøgd við. At henda vinna so eisini kann mennast til at vera eitt av teimum beinunum, sum samf [...] gera eina flugu til ein elefant. Tí sjálvandi vilja tað vera trupulleikar og misskiljingar í eini vinnu sum nettup ferðavinnuni, har tú jú hevur við fremmandafólk at gera. Men tað, sum er umráðandi, er,
kommunum, sum hava felags sløkkilið, har víst verður á tey krøv, sum sett verða, og hvør útgerð krevst. Tó eru partarnir, sum skilst, á leið samdir um, at P/F Vágatunnilin skal bera kostnaðin av tí, sum keypast [...] at havt ein vøruvogn og ein viðfestivogn at koyra ymsa útgerð í. Talan kundi vera um eina íløgu upp á einastaðni millum 60.000,- og 200.000,- krónur, sigur hon. Hinvegin vilja kommunurnar, sum hava felags [...] brandbili við tanga, sum skal til fyri at uppfylla tey krøv, sett verða til tunnilstrygina. ?Ein slíkur bilur skal ikki bara keypast. Hann skal eisini hýsast og røkjast, sigur Rósa Samuelsen, sum púra avvísir
Um alt gongur, sum tað skal, so verður ein nýggjur flokkur á vallistanum til kommunuvalið í november. Talan er um ein flokk, sum er sprottin úr Framtakinum, sum stillaði upp til seinasta løgtingsval. [...] Tað ríkisrættarliga er ein mangulvøra millum núverandi flokkarnar í Føroyum. Tjóðveldi tosar eftir mínum tykki bara um tjóðarfrælsi upp undir val, men vit mangla ein flokk, sum fer eftir tjóðarfrælsinum [...] undan, so skjótt man fær sæti í landsstýrinum, sigur Hallur H. Djurhuus. Nýggi flokkurin fer eisini at vera munandi meira tilflytarakritiskur enn aðrir flokkar í Føroyum. – Soleiðis sum tað er nú, so hvørvur
at tað liggur ein ávísur sálarligur lekidómur í slíkum skapandi arbeiði. Bara tað, at brúkarin eina løtu sleppur at gloyma sín sjúklingaleiklut og bara vera til sum menniskja kann verða ein hjálp í sær [...] til. Summi stuttleika sær bara við at skapa eitthvørt listarligt hvør sær ella saman við øðrum. Onnur eru meir málrættað og brúka kanska eisini høvið at geva tí, sum annars er so trupult í teirra lívi, eitt [...] Samanumtikið er hetta ein møguleiki hjá okkara brúkarum at fortelja øðrum, hvat upptekur tey, og soleiðis gera vart við seg uppá ein annan máta, enn vit eru von við. Heitið Rúmd sipar ikki bara til listarliga
út fyri at vera nakran fótbólts-serfrøðing, tí tað eri eg als ikki. Hetta eru bara nøkur sjónarmið frá einum, sum hevur havt áhuga fyri hesi ítróttargrein, so leingi eg kann minnast. Og sum so nógvir aðrir [...] hetta ímóti, ja, so er tað fyrrverandi heimsmeistarunum. Men tað var júst hetta, sum hendi seks og ein hálvan minutt inni í dystinum, tá Christian Høgni misti høvdið og royndi at avdribla ein av fronsku stjørnunum [...] miðlinjuna í høgru síðu. Nakað, sum hann sjálvandi ikki megnaði, og ein...tvær avleveringar, so stóð 0-1. Halt kj...., tað var irriterandi at síggja. Hvat ger forrestin hasin maðurin so aftarlaga á vøllinum? Nú