Ein mótmælisbólkur á Facebook, ið kallar seg »Nær fáa vit nokk?« tekur eftir øllum at døma politiskt skap nú Fólkini handan ein nýggjan Facebookbólk, ið kallar seg »Nær fáa vit nokk«, hava eftir øllum at døma fingið nokk nú.
Bólkurin varð stovnaður í apríl mánaði, og gevur bólkurin teimum fólkavaldu og stýrandi í landinum av grovfílini fyri bæði ódugnasemi og rotinskap við meira. Nógv eru løgst afturat bólkinum síðan stovnanina, og eru tað í dag 1.123 limir í bólkinum.
Orðið er frítt í bólkinum, og fólk halda seg ikki aftur við ábreiðslunum, og er enntá ein avrikslisti yvir avrikini hjá politikarunum.
Millum ivasomu avrikini, ið eru listað upp, kunnu nevnast » 1) Hoyvíkssáttmálin, sum hvørki kann brúkast til eitt ella annað«, »5) Ein fantastiskur undirsjóvartunnul leggur Føroyar lamið í næstan eitt ár«, »10) Fíggjarmálaráðharrin drekkur seg skít í Íslandi.« og » 11) Politikarar renna avstað við møblum, heldur enn at geva teir til t.d. ALV.«
Nú hava fyriskiparar handan bólkin tó fingið nokk, og sendu tey, sambært heimasíðuni hjá MESS, í gjár boð til allar limirnar um, at farið er undir at stovna ein politiskan flokk.
Flokkurin er stovnaður sum eitt mótmæli móti støðuni í landinum. Bólkurin vil vera við, at politiska støðan í landinum er fryst føst í klandri, og at politikararnir ikki lurta eftir fólkinum. Á síðuni hjá bólkinum spyrja tey eitt nú, hvørt føroyingar ikki áttu at gjørt »ein Ísland« vísandi til at fólkið har herfyri tvingaði stjórnina frá, og fingu nýval.
Enn hevur bólkurin tó einki navn, og kjakast verður óført um hetta á Facebook