Sandavágs Kommuna hevur

Tað er fallið borgarstjóranum i Sandavági fyri bróstið, at stjórin fyri Vágatunlinum sigur, at Sandvágs og Miðvágs Kommunur hava biðið um hálvaaðru millión til at keypa sløkkiliðsútgerð fyri

Tunnilstrygd

Sandavági: Tað er heilt við síðuna v at siga, at vit hava biðiðum hálvaaðru millión atkeypa sløkkiliðsútgerð fyri. Vit hava ikki biðið um nakað sum helst, tí vit halda okkum ikki hava nakra sum helst ábyrgd av hasi útgerðini, sigur borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen.
Tað, hon sipar til, er ein grein í Dimmalætting, har Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum verður endurgivin fyri at siga, at siga, at kommunurnar hava biðið Vágatunnilin um pengar.
?Tað, sum Dimma sigur, má Dimma standa til svars fyri, er viðmerkingin hjá Dáva Reinert Hansen til Sosialin.
Tað hevur staðið nakað av ósemju um, hvør skal gjalda fyri og hava ábyrgdina av teirri útgerðini, sum krevst í samband við trygdina í Vágatunlinum.
Rósa Samuelsen sigur, at komunurnar hava ikki kravt nakað sum helst av Vágatunlinum. Men Dávur Reinert Hansen svarar aftur, at P/F Vágatunnilin hevur fingið bræv frá Miðvágs- og Sandavágs kommunum, sum hava felags sløkkilið, har víst verður á tey krøv, sum sett verða, og hvør útgerð krevst.
Tó eru partarnir, sum skilst, á leið samdir um, at P/F Vágatunnilin skal bera kostnaðin av tí, sum keypast skal. Men partarnir eru ikki samdir um, hvussu høgur hesin kostnaðurin skal vera.
Leiðslan fyri tunlinum sigur, at kommunurnar kevja útgerð fyri hálvaaðru millión, men at til ber at fáa hana fyri 300.000,- krónur, sum partafelagið eisini er sinnað at gjalda.
Men borgarstjórin í Sandavági sigur, at tað er møsn, tí kommunurnar krevja einki av nøkrum, tí tær hava ikki brúk fyri tí.

Keypa ongan brandbil
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, sigur, at Brunaumsjón landsins hevur verið í Sandavági og havt brandvenjing saman við Miðvágs-Sandavágs Sløkkiliði. Tá varð gjørt vart við, at sløkkiliðið átti at havt ein vøruvogn og ein viðfestivogn at koyra ymsa útgerð í. Talan kundi vera um eina íløgu upp á einastaðni millum 60.000,- og 200.000,- krónur, sigur hon.
Hinvegin vilja kommunurnar, sum hava felags sløkkilið, ikki bera nakran kostnað ella ábyrgd av einum nýggjum brandbili við tanga, sum skal til fyri at uppfylla tey krøv, sett verða til tunnilstrygina.
?Ein slíkur bilur skal ikki bara keypast. Hann skal eisini hýsast og røkjast, sigur Rósa Samuelsen, sum púra avvísir, at kommunurnar vilja átaka sær nakran eykakostnað av tí, tí tað liggur uttan fyri ta ábyrgd, sum eitt kommunalt sløkkilið hevur.
Sum dømi vísir hon á, at á flogvøllinum er tað staturin, sum ber kostnaðin av hesum, og ikki Sørvágs Kommuna, har flogvøllurin annars liggur.
Borgarstjórin í Sandavági vil ikki vera við til at skapa forsømi, tá talan er um trygdarútgerð í tunlunum, tí tað kann skjótt koma øðrum kommunum aftur um brekku, sigur hon.
?Vit standa fast við okkara støðu, sigur hon, og metir, at hon fær stuðul frá eitt nú Bíggjar-, Kunoyar- og Sumbiar Kommunum og hvørjar tær nú eru, sum hava ein ella tveir tunnilsmunnar innan fyri kommunumark.

Keðilig gongd
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági, harmast um gongdina í hesum málinum.
Hon mælir til, at partarnir í málinum nú gera nakað skilagott í felag, so hetta verður loyst, so tunnilin kann lata upp tann 26. november, sum ætlað.
?Eg haldi, at tað er skeivt, at hetta verður viðgjørt í pressuni, tí vit áttu at kunnað tosað okkum til rættis um hetta í allari stillheit. Eg havi við vilja hildið ein lágan profil og ikki vilja úttalað meg til fjølmiðlarnar. Men tá vit nú verða søgd at krevja hasa hálvaaðru milliónina, noyðist eg at tala at, sigur hon.
Hon heldur, at tað er bara ov seint farið í gongd við at loysa hendan partin av tunnilsætlanini.
?Ikki tí, sigur hon, longu 9. januar var geitt, hvør útgerð kravdist, men tað er so enn ikki loyst.
Nú mugu allir partar taka seg saman og gera nakað skilagott við málið, tí tað skal loysast áðrenn 26. november, vísir hon á. Tað ber ikki til bara at uppføra seg, sum um ein er fornermaður.
Annars metir Rósa Samuelsen, at stóri feilurin liggur í, at eingin lóggáva er á økinum, sum einaferð fyri allar staðfestir, hvussu slík mál skulu skipast. Í dag er alt bara tulkingar, og tær kunnu skjótt gerast ójavnar.
?Ein slík lóg eigur at gerast beinanveg, so vit sleppa undan hesum trupulleikanum næstu ferð, ein tunnil skal takast í brúk, sigur Rósa Samuelsen, sum framvegis gleðir seg til tann 26. november, tá undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu.