Klumma
Nú gekk tað aftur so nøkunlunda hjá landsliðnum – hildu vit. Men, men.... dysturin leygardagin avdúkaði í ólukkumát, hvussu langt vit eru frá at hava eitt bara nøkunlunda altjóða støði.
Gott nokk vóru tað fyrrverandi heimsmeistararnir og núverandi varaheimsmeistararnir, vit leiktu ímóti, og tá er eitt 0-6 tap helst munurin á liðunum báðum. Men hetta er ongin umbering fyri at spæla við høvdinum so langt undir arminum, sum vit gjørdu móti Fraklandi.
17 ár eru liðin, síðani vit gjørdu bragdið á Landskrona móti Eysturríki. Úrslitið var fantastiskt, men minnist meg rætt, vóru vit trýstir í botn stórt sæð allan dystin
Anyway, tað er úrslitið, sum telur.
Seinnu árini hevur verið langt ímillum bragdini hjá landsliðnum, og í fjør var heilt galið, men í seinastuni hevur okkurt tó bent á, at kanska vóru vit á veg uppeftir aftur. Og hetta vóru vit eisini í seks og ein hálvan minutt inn í dystin leygardagin, men so datt alt á niðurfyri.
Frá at hava spælt upp á “undermod” øll tey fyrstu árini við at pakka okkum niður í verjuni, til at tora at spæla fótbólt, eru vit eftir míni bestu sannføring farin at spæla upp á “overmod”. (les tápuligt) Og er tað nøkrum vit ikki skulu gera hetta ímóti, ja, so er tað fyrrverandi heimsmeistarunum.
Men tað var júst hetta, sum hendi seks og ein hálvan minutt inni í dystinum, tá Christian Høgni misti høvdið og royndi at avdribla ein av fronsku stjørnunum við miðlinjuna í høgru síðu. Nakað, sum hann sjálvandi ikki megnaði, og ein...tvær avleveringar, so stóð 0-1. Halt kj...., tað var irriterandi at síggja.
Hvat ger forrestin hasin maðurin so aftarlaga á vøllinum? Nú gangi eg ikki serliga oftani til formula-fótbólt, men mær kunnugt er hann ikki verjuleikari, men ein typiskur áleypari. Ikki serliga skjótur, men sterkur og við góðum máltevi, sum ger hann til ein virðismiklan leikara í Formula-deildini. Í landsliðshøpi manglar hann enn at vísa, at hann eigur pláss fram um so nógvar aðrar.
Fram til hendan kiksaran, ella rættari, eina grova yvirmetan av egnum evnum, høvdu føroyingar veruliga víst skilagott spæl og leikt bóltin væl ímillum sín.
Hálvan minutt seinni var 0-2, og ein sat nærmast og iðraði seg yvir at hava goldið 300 krónur fyri at vera vitni til slíkar ússaligheitir á vøllinum. Í seinna hálvleiki mistu tveir aðrir leikarar, Mikkjal Thomasen og Súni Olsen, høvdið. Í fyrra førinum kostaði eitt sera tápuligt fríspark mál til 0-4 og í seinna førinum gult kort, sum gevur gøtumanninum karantenu móti Ukreina. Ein so ómotiverað gerð, at tankan um, at hetta kanska var hetta við vilja, fyri at sleppa undan at noyðast longu leiðina til Ukreina, ikki var serliga fjarur.
Og vóru gapandi tómu setrini á Tórsvølli eitt ávaringartekin um, at sjálvt móti fronskum heimsstjørnum kann landsliðið ikki lokka nær námind so nógvar áskoðarar, sum ein toppdystur í fomula-deildini? Ella sjálvmálið hjá FSF við tí kiksaðu billetsøluni? Ella trúðu áskoðararnir rætt og slætt ikki uppá, at dysturin fór at vera, og tí høvdu valt at brúka leygardagin til okkurt annað? Helst er talan um eina kombinatión av øllum hesum viðurskiftum.
Afturat hesum hevði 12. maður boykottað dystin, tí teir ikki sluppu at skonkja uttanfyri Tórsvøll. En sera margháttlig grundgeving sum hevur lítið við góðan ítróttaranda at gera, men eitt klokkuklárt sjálvmál, sum Suni Merkistein kallaði tað í ítróttartíðindunum í útvarpinum sunnukvøldið.
Men til poengið, sum eg var inni á í áðni: Eru Føroyar ein landsliðstjóð, sum hesi 17 árini í altjóða fótbólti hava flutt okkum frá at leika við “undermod” til at tora eitt sindur meiri, men nú eru farin at leika við “overmod”.
Um so er, var timinigin leygardagin sera, sera vánalig. Tí skuldu hetta verðið roynt, so áttu vit at valt okkurt annað mótstøðulið enn júst varaheimsmeistararnar.
Landsliðsvenjarin hevur fingið nógv oman yvir sín kropp, men tá leikararnir eru so órealistiskir á vøllinum, ja, so er tað valla hansara feilur aleina. Ella er tað? Kann hann hava “gloymt” at fortalt sínum leikarum, at soleiðis spælir mann bara IKKI ímóti heimsstjørnum? Ella hevur hann júst mælt teimum at gera tað? Ja, so er trupulleikin uppaftur størri, enn hann nakrantíð hevur verið.
Nú liggur mær sera fjart at geva meg út fyri at vera nakran fótbólts-serfrøðing, tí tað eri eg als ikki. Hetta eru bara nøkur sjónarmið frá einum, sum hevur havt áhuga fyri hesi ítróttargrein, so leingi eg kann minnast. Og sum so nógvir aðrir, havi eg eisini leikt fótbólt í yngri árum, hóast eg ongantíð gjørdist nakrar snillingur við bóltinum.
Betri næstu ferð... kann mann kanska siga, men hvussu leingi skulu vit bíða? Eg beri stórliga ótta fyri eini nýggjari húðfletting móti fyrst Ukreina og seinni Italia, um tit leikarar ikki gera tykkum eitt púra greitt: At tit eru amatørar, onkrir semi-professionellir, og so nakrir tykkara professionellir, men á fleiri stigum lægri, enn stórt sæð allir mótstøðumenn tykkara.
Jantelóg? Nei, als ikki. Bert ein staðfesting av, at vit eru nógvar ferðir smærri, enn tær flestu mótstøðutjóðirnar, og tí ikki í sama mun kunnu fostra leikarar við teirra evnum.
Spælið við hesum fortreytum í huganum, og vit føroyingar fáa kanska aftur eitt landslið at seta vónirnar til. Tað ger mær ilt at siga, men vit eru helst nógv, sum í løtuni ikki eru serliga stolt av føroyskum landsliðsfótbólti. Og valla eru tit leikarar sjálvir tað heldur.
Kortini fari eg at nýta høvi til at ynskja tykkum allar bestu eydnu í teimum eftirverandi dystunum.