Undirsjóvartunlar
Tankin er áhugaverdur, men eg ikki, at tað er so ómetaliga stór uppgáva hjá landinum at fíggja Sandoyartunnilin. Hetta er fyrsta viðmerkingin hjá tjóðveldistingmanninum í Sandoynni, Páll á Reynavúgvu.
Eins og javnaðartingmaðurin í oynni, Gerhard Lognberg, óttast Páll á Reynatúgvu fyri, at tað kemur flimmur á skermin og fer at seinka einum komandi Sandoyartunli, um Skálafjarðartunnilin verður drigin uppí.
Landsverk vísir á í einum uppriti til Vinnumálaráðið, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, at um Skálafjarðartunnilin, ella Eysturoyartunnilin, sum Landsverk nevnir hann, verður lagdur í eitt alment partafelag saman við Sandoyartunlinum, so kann fyrstnevndi fíggja síðsnevnda, har inntøkugrundarlagið er nógv minni.
- Eg haldi hetta vera ein spennandi tanka, men vil fyri alt í verðini ikki órógva tað arbeiði, sum er í gongd í sambandi við linjuføringina. Eg eri opin fyri møguleikanum, og haldi tað vera skeivt at taka Skálafjarðartunnilin fram um Sandoyartunnilin, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hinvegin vísir sandoyartingmaðurin á, at hann heldur tað vera eitt djarvt initiativ av stigtakarunum til Skálafjarðartunnilin, men at modellið brýtur við allar slíkar ætlanir, sum higartil hava bygt á tað samhaldsfasta.
- Ber tað til at finna eina skilabetri loysn, so eri eg fyri at viðgera tann spurningin av nýggjum. Eg vil bara tryggja mær, at vit fáa Sandoyartunnilin, og at hann ikki verður seinkaður av hesum. Framtíðin hjá Sandoynni stendur og fellur við tunlinum. Bæði pendlarar og øll oyggin byggir sína framtíð á, at tunnilin kemur, sigur Páll á Reynatúgvu.