Í morgin verður tann avgerandi dagurin, har Løgtingið skal raka endaliga støðu til uppskotið hjá samgonguni um eina nýggja fiskivinnusikipan. Men tað er greitt, at Miðflokkurin fer at gera eina seinastu roynd at broyta uppskotið. Og vinnur tað frama, er flokkurin eisini sinnaður til at taka undir við uppskotinum.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sigur, at fyri at kunna leggja broytingaruppskotið fyri Løgtingið beint áðrenn endalig støða skal takast, krevst, at fýra tinglimir skriva undir. So umframt teir báðar tinglimirnar í Miðflokkinum, krevjast undirskriftir frá tveimum tinglimum afturat, og tær fer Jenis av Reina nú at leita eftir.
Eftir uppskotinum, samgongan hevur lagt fram, er ætlanin, at 15 prosent av kvotum skulu seljast á uppboði við tí endamáli at geva fleiri vinnulívsfólkum ein møguleika at sleppa upp í fiskivinnuna. Samstundis skulu 8,5 prosent lutast út sum menningarkvotur til øki í landinum, har arbeiðsloysi er størst og har færri arbeiðspláss eru í fiskivinnuni enn tað er aðrastaðni í landinum.
Jenis av Rana, sigur, at endamálið við broytingaruppskotinum hjá Miðflokkinum, er, at prosentini verða akkurát vend á høvdið, soleiðis at 8,5 prosent verða selt á uppboði og at 15 prosent verða útlutað sum menningarkvotur.
Floksformaðurin sigur, at tað er eyðsæð, at tað vera bara verandi reiðarar, sum hava ráð til at keypa kvotur á uppboði.
– Tað er ongin, sum hevur nakran sum helst møguleika at bjóða teimum stóru reiðarunum av, uttan kanska onkur, sum í roynd og veru bara umboðar útlendsk vinnulívsfólk, so verða tað útlendingar, sum fara við vinninginum.
Skulu fleiri vinnulívsfólk hava nakran møguleika at sleppa upp í fiskivinnuna, kann tað bara vera við menningarkvotunum, tí tær skulu latast økjum, sum eru undirumboðað í fiskivinnuni frammanundan.
Spurningurin er kortini, hvussu veruleikakent er, tí Framsókn, sum er í samgongu, hevur ilt við at svølgja, at 8,5 prosent verða markaðar til menningarkvotur, so at tey vilja fara upp á 15 prosent, er lítið sannlíkt. Men vil samgongan hinvegin hava undirtøku frá fleiri flokkum fyri fiskivinnunýskipanini, vera eisini tey noydd at laga seg til, sigur Jenis av Rana.
Miðflokkurin fer eisini at skjóta upp at strika lógargreinina um, at Løgtingið játtar landsstýrismanninum í fiskivinnumálum trý prosent av kvotuni afturat um árið at selja á uppboði. Men Jenis av Rana sigur, at tað er einki annað enn ein snildur máti at økja alsamt um partin, sum verður seldur á uppboði, og tí vil hann hava tað burtur.
Jenis av Rana sigur, at vinnur teirra broytingaruppskot frama, eru teir sinnaðir at taka undir við uppskotinum hjá samgonguni. Ella sum hann málber seg: So eru vit avgjørt til at tosa við.