NÚ skulu vit sjálvandi ansa eftir ikki at gera eina flugu til ein elefant. Tí sjálvandi vilja tað vera trupulleikar og misskiljingar í eini vinnu sum nettup ferðavinnuni, har tú jú hevur við fremmandafólk at gera. Men tað, sum er umráðandi, er, at vit læra av mistøkunum, og hetta gera vit bert við at umrøða tey. Tí er tað rætt, at mál sum hatta við kunningardiskinum í Vágum og svensku stuttleikafiskimonnunum, koma fram í dagsins ljós alt fyri eitt.
VIT skulu ikki her siga, hvat er gjørt skeivt og ikki í sambandi við Kunningardiskin. Tí kundi tað verið áhugavert at fingið eina almenna frágreiðing frá Ferðaráðnum, sum jú var tað, ið fyrst segði fólkunum upp fyri harnæst at senda tey í feriu. Nú svenskir stuttleikafiskimenn koma til Føroya er Ferðaráðið aftur í fokus. Tí tær brosjurur, sum Ferðaráðið hevur latið gera um eitt nú góðu møguleikarnar hjá ferðafólki at fara á flot, hava ikki verið nøktandi. Tær hava ikki greitt ferðafólki frá, hvørjar avmarkingar eru ol. Og nettup hetta er so ómetaliga týdningarmikið, tá roynt verður at fáa útlendingar henda vegin. Her endaði søgan við sviunum tvørturímóti við ?happy end?, nú teir fingu ein stóran kalva. Meira um hetta í blaðnum í dag.
LATIÐ okkum læra av hesum øllum. Latið okkum ikki vera bangin fyri at fáa kritikk, tí tað er nettup kritikkur - tað at vísa á mistøk, feilir og skeivleikar - ið er við til at bøta um, so vit fáa eina vinnu, ið vit kunnu vera errin av. Hetta er ein partur av menningini.
LEYGARDAGIN fingu 19 føroyingar prógv sum ferðaleiðarar. Vit ynskja teimum tillukku. Tað er nettup slíkt sum ein ferðaleiðaraútbúgving, sum skal forða fyri, at tað henda ov nógvar misskiljingar og skeivleikar í hesi vinnu. Tað at arbeiðið við ferðafólki verður lagt upp á eitt professionelt støði longu frá fyrsta degi. Nýggju ferðaleiðararnir hava eftir okkara tykki eina týðandi uppgávu, sum m.a. er at tryggja, at vit fáa eina ferðavinnu, ið bæði vit føroyingar og ferðafólkini kunnu verða nøgd við. At henda vinna so eisini kann mennast til at vera eitt av teimum beinunum, sum samfelagsbúskapurin kann standa á umframt fiskivinnuna er bara at fegnast um. Latið okkum ikki vera bangin fyri at læra av hvørjum øðrum, og latið okkum lurta heldur enn at skrúva fyri móttakaranum, tá sunnur kritikkur verður reistur.










