Letur menniskjað sleppa framat

 Verkætlanin er millum annað ein máti at skúgva sjúklingin í bakgrundina og lata menniskja sleppa framat, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur og ein av stigtakararnum til framsýningina Rúmd hjá brúkarum á Psykiatriska deplinum

Heri Kragesteen hevur sjálvur í fleiri ár arbeitt við einum tónleikabólki á Psykiatriska deplinum, og er hann sannførdur um, at tað liggur ein ávísur sálarligur lekidómur í slíkum skapandi arbeiði.
 Bara tað, at brúkarin eina løtu sleppur at gloyma sín sjúk­lingaleiklut og bara vera til sum menniskja kann verða ein hjálp í sær sjálvum, sigur Heri.
Í so máta er skapandi list enn ein møguleiki millum fleiri onnur amboð, ið verða brúkt í sálarligari viðgerð. Heri vísir á, at tað er ymiskt, hvat brúkararnir á deildini brúka hendan møgu­leikan til.
 Summi stuttleika sær bara við at skapa eitthvørt listarligt hvør sær ella saman við øðrum. Onnur eru meir málrættað og brúka kanska eisini høvið at geva tí, sum annars er so trupult í teirra lívi, eitt annað skap. Í báðum førum læra brúkararnir seg sjálvan at kenna uppá ein annan máta, sigur Heri.
Ein onnur síða
Hóast ymiskt listarligt arbeiði leingi hevur verið partur av sálar­ligu viðgerðini á psykiatriska deplinum, er hetta fyrstu ferð, tey skipa fyri eini framsýning av hesum slagi. Tað nýggja er millum annað, at trý yrkis­listafólk hava virkað sum vegleiðarar, og at arbeitt hevur verðið fram móti einum úrsliti, sum skal sýnast fram. Heri greiðir frá, at tankin við framsýningini er millum annað at stuðla sjálvsvirði hjá psykiatriskum brúkarum við at stimbra tað áræði, tað krevur, at gera eitt listaverk liðugt til ávísa tíð og sýna tað fram fyri øðrum.
 Samanumtikið er hetta ein møguleiki hjá okkara brúkarum at fortelja øðrum, hvat upptekur tey, og soleiðis gera vart við seg uppá ein annan máta, enn vit eru von við. Heitið Rúmd sipar ikki bara til listarliga tilgongdina, tey hava brúkt, men eisini til hetta at tað eigur at vera rúm fyri tí fjølbroytta og at vit øll tíbetur ikki eru eins, sigur Heri Kragesteen, sálarfrøðingur.
Sjálv verkætlanin er komin í lag í samstarvi við Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla og hevði neyvan verðið gjørlig uttan teirra vælvild, sigur Heri, sum fegnast um hjálpina, tey hava fingið við tiltakinum.

FAKTA
Einir 15 luttakarar við tilknýti til Psykiatriska depilin hava verið við í verkætlanini.
Arbeitt hevur verið hvønn seinnapart seinastu 10 dagarnar. Listarligir vegleiðarar hava verið Sámal Blak: tekning, skulptur og máling, Oddfríður M. Rasmussen: tekst, Ole Wich: foto, kollaga og aðrar myndir.
Heri Kragesteen og Sanne Storm frá Psykiatriska deplinum hava leiðbeint innan tónleik og ljóð.
Verkætlanin endar við framsýning, sum letur upp leygardagin 25. februar kl. 15 í Miðlahúsinum í Vágsbotni.