four, ið kom á marknaðin hósdagin 4. desembur 2003, hevur longu selt yvir 850 eintøk. Limirnir í I Am eru sera fegnir um frálíku móttøkuna, sum fløgan hevur fingið og um tey góðu sølutølini. Birgir Sigurðsson [...] at vera tann mest útvarps vinarliga fløgan. Her hugsar um tann modernaða rokk-tónleikin, sum I Am hevur lagt seg meira eftir at spæla á hesi útgávuni. Birgir leggur afturat, at um teir leggja allar pro [...] er spurningurin um, tað verður nóg mikið til jólasøluna, sum av álvara man fara í gongd nú. I Am hevur ikki gjørt so nógv við at framføra her á landi, síðani fløgan kom út, og kemur tað av, at onkur teirra
Hóast Rosalie Thomsen hevur fingið varandi uppihaldsloyvi í Danmark, tí hon er gift føroyinginum Heina Thomsen, kann hon ikki koma til Føroya, uttan at fáa loyvi fyrst. Og tá tú ikki hevur uppihaldsloyvi í [...] meldast til fólkayvirlitið. Rosalie Thomsen kann ikki skrásetast í Føroyum, fyrr enn útlendingastýrið hevur givið grønt ljós. Tað helt Rosalie seg hava fingið, tí útlendingastýrið gav henni munnligt loyvi at [...] traðkar til aftur. Í øllum hesum meldrinum er danska útlendingastýrið myndugleikin. Løgreglan í Føroyum hevur uppgávuna at bera kunning víðari og at tryggja, at upplýsingar eru rættar.
Fólkaflokkurin hevur biðið um fund við leiðsluna fyri P/F Vágatunnilin, eftir at partafelagið nú loksins hevur ásett prísin fyri at nýta fasta sambandið undir Vestmannasund. Fólkaflokkurin hevði landsfund [...] Vágatunnilin, sigur, at teir altíð eru til reiðar at kunna um sítt virksemi, er áhugi fyri tí, og tí hevur hann einki ímóti at fara á fund við Fólkaflokkin týsdagin. Lemjandi atfinningar Í oddagrein í Dagblaðnum [...] formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, hvassliga at prísinum, ið leiðslan fyri P/F Vágatunnilin hevur ásett fyri at nýta tunnilin. Niðurstøðan í oddagreinini er, at høgi prísurin avgjørt er við til at
í desember, er Amnesty ørkymlað av, at hægsti sharia-dómstólurin í Katsina landslutinum enn ikki hevur ásett ein dag fyri, nær kæran hjá Aminu Lawal verður viðgjørd. Amnesty er bangið fyri, at ymsu boðini [...] tungum - eini vendari ímóti fólkinum í Nigeria og eini mótvegis altjóða samfelagnum. Hóast lyftir hevur Obasanjo forseti enn onki ítøkiligt gjørt fyri at sharialógirnar í norðari landslutunum skulu samsvara [...] revsingar so sum stokkasløg og amputatiónir verða javnan avsagdar. Ein av verjunum mótu sharialógunum hevur verið, at landslutirnir sjálvir sleppa at gera sínar lógir. Amnesty ger vart við, at hetta ikki ber
gjár lat handilin, sum fyrr hevur itið Spegl & Rammur, uppaftur. Handilin hevur nevniliga verið stongdur í eina tíð vegna umbygging og víðkan av handlinum. Umframt hetta hevur handilin eisini fingið nýtt [...] framsýningin er ein hjá Kára Svensson, sum kemur at hanga uppi við Sundsvegin til 9. desember. Handilin hevur nú havt opið um 10 ár og klárar seg væl. Sjálvt um handilin ikki liggur mitt í býnum, eru nógv fólk
teimum at vera væl skipaðar. Higartil hevur Føroya Kommunufelag havt eitt arbeiðsgevarafelag, ið nevnist Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Kommunusamskipan Føroya hevur havt eitt felag, ið nevnist. Kommunala [...] Arbeiðsgevarafelagið. Men nú hevur verið arbeitt við eitt stovna eitt felag, ið skal umfata allar kommunurnar. Ein bólkur við umboðum fyri Kommunufelagið og kommunusamskipanini hevur arbeitt í eina tíð við málinum
prutlinum. Høvuðspersónurin Polle fra Snave gerst skotin í Shawarmu, men hann hevur kapping frá øðrum. Hetta spælir bara væl av. Polle hevur eisini verið forlovaður við eini aðrari, ið sigur, at hon er við barn [...] Mitra Gaini, ið er best kend úr filminum Bye Bye Bluebird, sum Katrin Ottarsdóttir leikstjórnaði, hevur leiklutin sum muslimska gentan Sulaima ella Shawarma, ið arbeiðir á eini grillbarrini í býnum. Polle [...] Shawarma. Karsten Koyrilærari er tó eisini áhugaður, og hetta førir til stríð teirra millum. Reklaman hevur verið ógvuliga væl umtókt, og tí verður filmurin væntandi væl vitjaður í donskum biografum.
28 ára gamli Hans Petur í Brekkunum hevur spælt saxofon í 18 ár. Hann hevur spælt fyri bólkar sum Mark No Limits, Sirm og Hjarnar, og hann hevur eisini verið við á nógvum tónleikaútgávum og konsertum. [...] Hans Petur varð í fjør liðugur við útbúgvingina á Det Jydske Musikkonservatiorium Århus, og síðani hevur hann starvast sum tónleikalærari og annars fingist við tónleik. Upptøkurnar til fløguna hjá Hans Peturi
sum skal hava manning tøka so at siga árið runt. ADJ Sound hevur roynt at funnið ein keypara, sum kann keypa útgerðina samlaða, men hetta hevur ikki eydnast. Tí verður útgerðin sett til sølu frá 3. desember [...] konsertir í Føroyum. Útlendskir bólkar krevja nógv av teknisku útgerðini til konsertir, og seinastu árini hevur SDJ Sound verið trygdin fyri, at hesir bólkar hava spælt í Føroyum. Verður selt hvør sær Høvuðsmaður [...] Jacobsen, sum eisini er stjóri á Rás 2. Nú ætlar hann at sleppa sær av við ljóðútgerðina, tí hann hevur ikki hug at halda fram við hesum virksemi. Hetta virksemi er oftast um vikuskiftini og á náttartíð
u sína. Men tá ólavsøkudagur hevur verið sunnudag, hevur verið gamalt at útseta tingfundin til mánadagin eftir. Orsøkin til hetta hevur verið, at stýrisskipanarlógin hevur sagt, at tingfundur bert kann