Komandi hósdag er 3/4 øld liðin, síðani hornorkestrið hjá Frelsunnarherinum varð stovnað (Tíðindaskriv:)
Tann 23. oktober 2008 eru 75 ár síðan Hornorkestur Frelsunarhersins var stovnað. Sambært rúgvusmikla søguliga tilfarinum, ið Frelsunarherurin hevur varðveitt gjøgnum árini sæst, at stovningardagurin er 23. oktober 1933. Áðrenn hetta vóru einstakir spælarar, ið við hornblástri luttóku á møtum og øðrum tiltøkum hjá Frelsunarherinum, ið byrjaði virksemi í Føroyum í 1924.
Hornorksetrið hevur verið virkið øll árini. Mangir tónar eru blástir, og mangir spælarar hava verið í orkestrinum. Altíð hevur dentur verið lagdur á at spæla tónleik við einum greiðum boðskapi um Guds markleysa kærleika og náði til ein og hvønn.
Orkestrið hjá samkomuni í Tórshavn er í støðugari menning og telur í dag 15 spælarar. Síðan 1992 hevur Finngerð Djurhuus Olsen verið orkesturleiðari, og hon tók við eftir Karl Olsen, vanliga nevndur Kalle.
Í sambandi við 75 ára stovningardagin fær hornorkestrið vitjan úr Noreg av Jan Harald Hagen. Hesin er leiðari fyri tónleikadeildini á høvuðsskrivstovu Frelsunarhersins í Noregi, Íslandi og Føroyum. Vikuskiftið 24. ? 26. oktober verður skipað fyri venjingarlegu.
Sunnudagin tann 26. oktober verður musikkmøti í Frelsunarherinum kl. 18.00. Á skránni er fjølbroyttur horntónleikur, umframt felagssangur og annað. Tiltakið er alment og aftaná eru øll boðin til ein drekkamunn.










