Faroe Petroleum boðar frá, at nú er framleiðsla byrjað frá Wissey gasskelduni, sum liggur í syðra parti av bretska Norðsjónum. Felagið eigur 18,75% av framleiðsluni
Framleiðslan higartil vísir, at umleið 70 mió. kubikk føtur av gassi verða framleidd um dagin, sum svarar til 11.600 tunnur av olju um dagin. Wissey framleiðslueindin liggur eystanfyri Horne & Wren framleiðslueindina hjá Tullow Oil, og verður framleiðslan frá Wissey førd til hesa eindina í gjøgnum eina 10 km rørleiðing. Gassið verður síðani ført víðari til Bacton Gas terminalin í Bretlandi. Avtalað er gjørd við E.ON Energy Trading um at selja gassið vegna Faroe Petroleum.
Samlaði parturin hjá Faroe Petroleum er umleið 5.6 milliardir kubikk føtur, sum svarar til 1 mió. tunnir av olju.
Tullow Oil er fyristøðufelag, og hevur staðið fyri útbyggingini av Wissey, sum hevur gingið eftir ætlan og uttan seinkingar ella nakrir skaðar.
Umframt Wissey, sum nú er byrjað at framleiða, so hevur Faroe Petroleum tvær aðrar framleiðslueindir. Hesar eru Minke og Schooner, sum geva felagnum týðandi framleiðslu og góðan peningastreym.
Tað er nógv virksemi hjá felagnum, og eru 4 aðrar framleiðslueindir undir projektering, eins og at 20 brunnar skulu borast komandi 2 árini, av hesum verða 7 brunnar væntandi boraðir í ár. Felagið hevur fígging til allar hesar verkætlanirnar.