Lesandi uttanlands

Navn: Kára Dam

 

Hvagani ert tú: Eg eri av Norðasta Horni í Havn

 

Hvat hevur tú lisið: Eg havi lisið Airline Transport Pilot Licence (ATPL)

 

Hvar hevur tú lisið: Eg havi lisið á einum skúla, ið eitur Airmed og er í Valencia, Spania.

 

Hvussu kanst tú lýsa skúlan: Skúlin er ein internationalur skúli og undirvísinging er á enskum og sponskum. Teir hava vanliga 2 klassar koyrandi í senn. Annar á enskum og hin á sponskum, so ein kann velja. Fyri at nýta høli, flogfør, lærarar og hvørt av sínum sum best, hevur skúlin undirvísing aðru hvøja viku frá 09:00-14:00 og aðru hvørja 15:00-20:00 –og spanski klassin umvent.

Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið: Tað var ógvuliga strævið og hart tíl tíðir. Serliga byrjanin við tað, at tað bara var skúlagongd og alt var nýtt. Teir fyrstu 9 mánaðirnar høvdu vit skúlagongd og eitt sindir av flúgving samstundis. Tá so tað mesta av skúlagongdini og royndirnar vóru lidnar, var eitt sindir lættari. So var bert eftir at fáa flúgvitímar, og tað tekur ikki so øgiliga langa tíð at fyrireika seg til áðrenn. Tá høvdu vit tíð at fara út og uppliva landið eitt sindur meiri, og kanska ein dagur ella tveir fóru við at liggja uppá longs á strondini.

Fyrimunir og vansar av at lesa, har tú vart: Ein fyrimunur var heilt sikkurt tað góða veðrið. Tað var sjáldan, at vit ikki kundu flúgva vegna veður. Ein annar fyrimunur var at uppliva eina nýggja mentan og møta fólki allastaðni frá. Har á skúlanum vóru fólk úr Norra, Danmark, Englandi, India, Ísrael, Italia, Iran, Sri Lanka, Algeria o.s.f. Tá eg kom til landið, fekk eg eisini góða hjálp frá skúlanum. Tey sendu onkran á flogvøllin at heinta meg, og tey funnu eisini eina íbúð, har eg búði saman við tveimum øðrum úr mínum flokki. Ein av vansunum við at lesa har var teirra avslappaði holdningur til alt. Tað var einki, sum ikki kundi bíða til ”manana” ella í morgin, sum vit siga. Tað hevði so eisini við sær at útbúgvingin tók góðar 6 mánaðir longri enn væntað.

 

Citat: Tað var sjáldan, at vit ikki kundu flúgva vegna veður.