Dimma repar seglini

Millum 6 og 10 fólk eru í dag søgd úr starvi í Dimmusamtakinum. Tey eru nú 41 starvsfólk eftir umframt fimm lærlingar - Longu tá vit keyptu Vinnuvitan og Vikublaðið var meiningin, at samansjóða bløðini og laga starvsfólkatalið til, og tað hevur so tikið okkum hesar mánaðirnar við einari summarferiu ímillum, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri í samtakinum.

Umskipanin hevur við sær, at KT-deildin, sum annars hevur verið rættiliga stór, nú verður niðurløgd og tænastan keypt uttan fyri húsið. Tað merkir, at tað ikki longur er brúk fyri teimum fýra starvsfólkunum, sum hava arbeitt á KT-deildini. Hini uppsøgdu starvsfólkini hava starvast teknisku og søludeildini, umframt, at okkurt einstakt blaðfólk er sagt úr starvi.

- Nøkur hava sagt seg úr starvi eisini, so eg fái ikki sagt nærri enn, at tað eru millum 6 og 10 fólk, sum eru søgd úr starvi í dag, sigur Árni Gregersen.

Tað er eingin loyna, at Dimmalætting og Dimmusamtakið hevur flotið tungt í sjónum, men við teimum umskipanum, sum nú eru farnar fram, roknar Árni Gregersen við, at tølini á botnlinjun aftur verða svørt.

Men talan verður ikki um nakra broyting í útgávunum.

- Øll trý bløðini fara eisini frameftir at koma út sum vanligt, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri.