Egga er havnarmaður, sonur Onnu, f. Rasmussen, av Sandi, og Ansgar Jensen, koyrilærara, ættaður úr Sumba.
Egga er útbúgvin lærari, men hann er helst best kendur innan ítróttin. Hann var í mong ár aktivur ítróttarmaður. Umframt at hann í mong ár var við á 1. liði hjá HB í fótbólti, hevur Egga verið aktivur í fleiri øðrum ítróttargreinum. Hann spældi hondbólt við Neistanum, flogbólt við NFL og HB, fimleik og í 1966 varð hann føroyameistari í einmansleiki í borðtennis. Hann var við á føroyska fótbóltslandsliðnum í fleiri ár, og hann hevur eisini verið dómari í bæði í hondbólti og fótbólti.
Síðani hann gavst sum aktivur á hægsta støði, hevur Egga verið virkin á so mongum øðrum økjum í ítróttinum. Í 1980 var hann við til at seta Ítróttarsambandið fyri brekað á stovn. Hann hevur verið formaður har í mong ár.
Egga tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969. Eftir tað var hann á Danmarks Højskole for Legemsøvelser. Lívsstarvið sum lærari fór hann undir í 1970. Fram til 1978 var hann lærari í Sankta Frans skúla, til hann varð settur í fast starv sum lærari á Føroya Læraraskúla.
Egga er giftur Jónu Højgaard, f. Ellefsen, úr Miðvági, tey eiga børnini Eyðfinn og Ann.
-red