Skulu hava talgilt sjónvarpssendinet

Mentamálaráðið fer nú undir at fáa eitt nýtt sjónvarpssendinet til Kringvarpið

Nýggja netið er eitt talgilt sjónvarpssendinet við plássi til fimm sjónvarpsrásir, ið vil geva Kringvarpi Føroya atgongd til eitt framkomið og nútímans sjónvarpssendinet, sigur mentamálaráðið í tíðindaskrivi.

Verandi analoga sjónvarpssendinet er nærum 30 ára gamalt, tøkniliga ótíðarhóskandi og sera niðurslitið. Úrslitið er, at sjónvarpssendinetið í fleiri umførum ikki hevur riggað, og hevur Kringvarp Føroya harvið ikki kunnað røkt sína skyldu, ið m.a. er at senda sjónvarp út til allar føroyingar.

Beint eftir at landsstýrið varð skipað í februar, tók Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, tí beinanvegin málið upp á landsstýrisfundi, og fekk undirtøku fyri at fara undir fyrireikingar og útboðsrundu fyri at fáa til vega eitt talgilt sjónvarpssendinet.

Arbeiðsbólkur varð settur, og útboð fyriskipað. Tilboð komu frá trimum fyritøkum, og hevur arbeiðsbólkurin nú gjørt innstilling um val av loysn, ið landsstýriskvinnan hevur tikið undir við.

Á undanfarna landsstýrisfundi fekk landsstýriskvinnan undirtøku fyri at fara undir nærri samráðingar við FT-net um at byggja eitt landsumfevnandi nýtt talgilt sjónvarpssendinet. Nýggja sendinetið fer at geva Kringvarpi Føroya atgongd til 5 talgildar sjónvarpsrásir, og hartil eru eisini møguleikar fyri útvarpsrásum. Gongur sum ætlað, tekur útbyggingin umleið 1½ ár. Núverandi analoga sjónvarpssendinet verður virkið til talgilda sjónvarpssendinetið er klárt, sigur mentamálaráðið.