Saman við dótturfelag hjá Tjaldur hevur fyrrverandi Kaupthing-stjórin keypt 9,73% av partapeninginum í Føroya Banka Peter S. Holm tóktist vera farin burtur úr føroysku bankaverðini, tá Eik keypti føroysku deildina hjá Kaupthing beint fyri ársskiftið. Men nú er hann aftur í sama bankaheimi.
Hetta verður upplýst í tíðindaskrivi, sum er sent føroysku miðlunum fyri lítlari løtu síðani.
P/f Skrínið, sum P/f Tjaldur eigur og Sp/f H-Holding, sum Peter Holm eigur hava gjørt eina avtalu, har partabrøvini, sum P/F Skrínið higartil hevur átt í Føroya Banka verða seld til nýstovnaða felagið sp/f Blábjørg.
Talan er um 973.151 partabrøv svarandi til góð 9,73% av partabrøvunum í Føroya Banka. P/f Skrínið og Sp/f H-Holding eiga 50 prosent hvør í nýggja partaeigaranum í Føroya Banka ? Sp/f Blábjørg. Peter Holm verður stjóri í Sp/f Blábjørg. Næstu 12 mánaðarnar hevur Sp/f H-Holding rætt til at keypa restina av partabrøvunum í Sp/f Blábjørg.
Í viðmerking til Portalin sigur Peter Holm, at hann sær hetta sum eina áhugaverda íløgu.
- Bankin hevur stórt potentiali til at menna seg, og tað ger partabrævið til eina áhugaverda íløgu sigur Peter S. Holm.