Fleiri 1700 vinabond á Facebook staðfesta, at sosiala netverkskervið er ein góður miðil, tá ein ávísur boðskapur skal breiðast Í morgin verður JobMatch starvsstevnan sett á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Starvsstevnan hevur verið nógv umrødd í fjølmiðlunum seinastu dagarnar, og fyrireikararnir handan stevnuna hava eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at marknaðarføra JobMatch soleiðis, at upplýsingarnir um tiltakið koma út til so nógv sum gjørligt ? eisini tey, sum vanliga ikki fylgja við í føroysku fjølmiðlunum vanligt.
Tí hevur JobMatch eisini ein profil á Facebook, sum ein heimasíða, ið virkar sum eitt slag av sosialum netverkskervi. Á sínum profili kunnar JobMatch um starvsstevnuna, og hvørjar møguleikar og tilboð JobMatch hevur og gevur. Hetta hevur higartil hepnast sera væl, og omanfyri 1700 fólk hava knýtt eitt sokallað vinaband við JobMatch á Facebook.
Hetta staðfestir sjálvsagt, at Facebook er ein góður miðil, tá ein ávísur boðskapur skal fáast út. Men tað er eisini ein greið ábending um, at stórur áhugi er fyri JobMatch.
Stóri áhugin fyri JobMatch var eisini staðfestur í gjár, tá fyrireikararnir boðaðu frá, at fleiri enn 200 høvdu bílagt eitt sonevnt JobPrát á starvsstevnuni. Síðani hava enn fleiri bílagt sær eitt JobPrát.