umborð. Hann vísir á, at tað er fáa staðni, at so stórur partur av fólkinum hevur egnan bát og harafturat heldur hann, at tað hevur sera stóran týdning at trygdin er so góð so gjørligt. Hann hugsar serliga [...] sum eiga smábát, sleppa heldur ikki framyvir undan at betala mvg av bjargingarútgerðini umborð Tað hevur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, gjørt greitt. Kári P. Højgaard, løgtignsmaður, heldur [...] serliga um, at farvatnið ímillum oyggjarnar er mangan baldrut og tí hevur tað serligan týdning, at bjargingarútgerðin er í lagi. Men so leingi hon er óneyðuga dýr, er vandi fyri, at hon ikki verður skift út
heimaliðið 1-0. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur KÍ einki fingið burturúr. Málmunurin hevur verið 3-12! Burtur úr trimum teimum seinastu ferðunum hevur Skála fingið fimm stig ? 1-0 í Vági, 1-1 í Gundadali [...] Skála ella KÍ hava heiðursmerki ella vandan fyri niðurflyting at spæla fyri og ímóti. Í báðum førum hevur talan verið um meiri soltið kappingarár, har úrtøkan í nøkrum umførum á rað var so mikið trivalig
skrásettu dystum hevur Rannvá Andreasen skotið 7 mál. Vivian Bjartalíð hevur eisini flott hagtøl - 2 mál í 2 dystum. Sólvá Joensen, ið leikar við Skjold BK í bestu donsku deildini hevur metið, við 10 altjóða [...] altjóða skrásettum dystum, er ikki við hesaferð, og hevur Bára Skaale Klakkstein við 8 dystum møguleika at takað metið hjá Sólvu. Dystarskráin er fylgjandi: Fríggjadag 2-10-2007: Kl. 11:00 Estland-Letland
Leingi hevur tað ikki verið loyvt at roykja innandura umborð á skipunum hjá Strandferðsluni. Men nú er tað heldur ikki loyvt at keypa sigarettir í kioskunum umborð á strandfaraskipunum. Strandferðslan [...] hevur nevniliga nú gjørt av, at hereftir skal tað ikki bera til at keypa sigarettir í kioskunum umborð á Strandfaraskipunum. Forboðið kom í gildi í gjár umborð á øllum skipununum, sum hava kiosk. Regin [...] Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni sigur, at hetta er ein avgerð, sum stovnurin hevur tikið av sínum eintingum. Og tað er fyri at tæna fólkaheilsuni, at Strandferðslan ikki longur fer at selja sigarettir
Nykøbing Sukkerfabrik. Eyðfinn Egholm hevur útbúgving sum Civilverkfrøðingur á Maskintekniska økinum umframt búskaparliga útbúgving (HD-Fin). Síðani 1.juni 2007 hevur Eyðfinn Egholm eisini verið nevndarformaður [...] Skipasmiðju og tekur Eyðfinn Egholm við sum nýggjur stjóri tá. Gunnar ynskir nú at royna aðrar leiðir og hevur nevndin tikið tað til eftirtektar. Sjálvur sigur Gunnar Mohr um avgerðina: Eftir at hava verið í leiðsluni [...] samráð við nevndina skal eg vera sitandi til 1. februar 2008, tá Eyðfinn Egholm tekur við. Hetta hevur - eins og avgerðin í 2004 at selja skipasmiðjuvirksemið - verið ein kensluborðin avgerð. Eg skal
Amerikanski Ron Padgett hevur bæði yrkingar og stutt-stuttsøgur við. Nakað heilt serligt er tað, at ein av longu yrkingum hansara, ?Heilt Øgiliga og ótrúliga órættvísið sum í verðini er?, hevur hann sjálvur sent [...] sent inn til Vencil. Tað er Gunnar Hoydal, sum aftur hevur staðið fyri meistaraligu týðingini. Hansina Iversen hevur gjørt permuna, sum er prentað á Grafiska verkstaðnum í Havn.
sambært tíðindastovuni AP. Hon hevur júst skrivað eina frágreiðing um, hvussu samfelagið kann taka sær av teimum, sum eru vorðin offur fyri landminunum. Reyði Krossur hevur mett, at umleið ein millión landminur [...] Borgarakríggið í Angola endaði við vápnahvíld í 2002. Síðani hevur samfelagið roynt at fóta sær, men hóast kríggið er av, verða fólk framvegis særd av teimum túsundtals landminunum, sum liggja eftir [...] vorðin offur fyri landminunum. Balbina Silva, sum stendur á odda fyri einari verkætlan, sum hevur til endamáls at beina fyri landminunum í Angola, segði á ráðstevnuni, at landminurnar fara at
silvurkrónurnar. FSF umboðið í Gundadali verður Høgni í Stórustovu, og hann hevur silvurkrónurnar í viðførinum. EB/Streymur hevur tryggjað sær í hvussu so er bronsumerkini í landskappingini. Í EB/Streymi [...] eru øll væl nøgd við kappingarárið, tí umframt í hvussu so er bronsu í landskappingini, so hevur felagið vunnið gull í steypakappingini. Fyrrapartin eru nógv viðhaldsfólk hjá EB/Streymi farin um Skopunarfjørð [...] grannauppgerðini. Niclas Davidsen er vegna Fótbóltssambandið farin suður um Skopunarfjørð. Í viðførinum hevur hann bronsumerkini. Um støðan eftir 27. umfar verður tann, at EB/Streymur verður frammanfyri B36,
Per hevur arbeitt við norskum tónlistarfólkum og bólkum síðani 1999. Hann hevur verið dagligur leiðari av Honeymilk Records í fimm ár og hann var við til at skipa fyri Øya Festivalinum. Eisini hevur Per [...] r fyri, har tað er tónleikur úr Benelux londunum, sum skal promoverast í norðurlondum. Christian hevur sýnt stóran áhuga fyri føroyskum tónleiki, síðani hann var millum útlendsku gestirnar á G! í ár. Christian
1989. Kórið verður mett sum eitt hitt mætasta yrkiskórið í Estlandi og hevur vunnið fleiri virðislønir og altjóða kappingar. Kórið hevur serliga lagt seg eftir at syngja siðbundnan estiskan og russikan tónleik [...] varð samstarv fingið í lag millum føroyska kórið Tarira og estiska kórið, Orthodox Singers. Síðani hevur verið arbeitt fram ímóti einari felags konsert, sum verður í annaðkvøld. Orthodox Singers er mannað [...] luttaka javnan á altjóða festivalum og ferðast kring heimin við serstaka kórsangi sínum. Harumframt hevur kórið útgivið 8 fløgur. Í mars mánað gongur leiðin til Danmarkar. Konsertskráin verður eitt bland