Krabbamein: Bert fyri menn

Ongar kvinnur sleppa til fyrilestrar um menn og krabbamein, sum Føroya Felag Móti Krabbameini skipar fyri á Hotel Hafnia í kvøld klokkan sjey Føroya Felag Móti Krabbameini skipar í kvøld klokkan sjey fyri kunnandi fundi um menn og krabbamein. Tiltakið er bert ætlað monnum. Allir menn eru hjartaliga vælkomnir, men kvinnur hava onga atgongd.

Tveir serfrøðingar verða við á fundinum. Johan Poulsen, yvirlækni og urologur, hevur fyrilestur um krabbamein í bløðruhálskertli og steinunum hjá monnum. Og Heri Kragesten, sálarfrøðingur, hevur fyrilestur um, hvussu tað er fyri menn at fáa krabbamein.

Menn og kvinnur hava ymiskan tørv, tá tað kemur til ráðgeving og stuðul. Kanningar vísa, at menn søkja meira vitan og amboð, sum kunnu hjálpa teimum at fáa tak á støðuni, meðan kvinnur hava meira tørv á at kunna tosa um støðuna.

Í dag gera nógv fleiri kvinnur enn menn brúk av tilboðunum, sum Føroya Felag Móti Krabbameini veitir.

Á leið 85 prosent eru kvinnur, meðan á leið 15 prosent eru menn.

Felagið hevur tí valt komandi árið at varpa serligt ljós á menn og krabbamein.

Teir menn ið ynskja at vera við, verða biðnir at siga frá á telefon 31 79 59 ella á mail ffk@krabbamein.fo

Rás 2 hevur seinnapartin samrøðu við formannin í Føroya Felag Móti Krabbamein, Jákup N. Olsen