Dagur og Vika og ítróttarsendingin 3-2 kunnu verða niðurløgd, nú Kringvarpið manglar fimm milliónir krónur til virksemið næsta ár. Kringvarpið vil hava hægri kringvarpsgjald Kringvarp Føroya manglar 5 milliónir krónur til virksemið næsta ár, og verður kringvarpsgjaldið ikki sett upp, mugu umfatandi skerjingar gerast í Kringvarpinum. Ein avleiðing kann verða, at bæði Dagur og Vika og 3-2 fara í søguna - og at 12 árverks verða niðurløgd.
Leiðslan í Kringvarpinum boðsendi seinnapartin í dag starvsfólkunum á kreppufundi, og har fingu starvsfólkini at vita, hvussu fíggjarliga støðan hjá Kringvarpinum er.
Formaðurin í stýrinum fyri Kringvarpið hevur í dag sent Fíggjarnevndini hjá løgtinginum eitt kunnandi skriv um støðuna. Í skrivinum, sum Rás2 hevur fingið hendur á, stendur, at roknað verður við, at útreiðslurnar hjá Kringvarpinum næsta ár verða 66,6 milliónir krónur. Hetta er 5 milliónir meira enn mettu inntøkurnar.
Kringvarpið hevur biðið Mentamálaráðið hækka kringvarpsgjaldið við sløkum 500 krónum um árið, men hevur ikki fingið svar frá Mentamálaráðnum enn. Um Kringvarpið ikki fær fleiri inntøkur, mugu munandi skerjingar gerast í virkseminum næsta ár.
Ein møguleiki er at niðurleggja Dag og Viku og 3-2. Annar møguleiki er uppsiga allar uttanhýsis veitarar, og tað gongur út yvir tónleikasendingar, gudstænastur, ítróttasendingar og kvøldsendingar.
Triðji møguleikin er at gera ein kombinatión av hesum báðum skerjingum.










