Manchester United er á odda í Premier League við 81 stigum, Chelsea er nr. 2 við 78 stigum. Í morgin kl. 12.45 tørna hesi bæði liðini saman á Stamford Bridge í London. Chelsea hevur ótrúliga góð heimavallarhagtøl á Stamford Bridge. Tað eru meir enn 4 kappingarár síðani, at Chelsea tapti ein dyst á heimavølli. Manchester United hevur ikki skorað á Stamford Bridge síðani november í 2002. Flestu veddingarfyritøkurnar hava eisini Chelsea, sum ein lítlan favoritt. Chelsea-venjarin Avram Grant er greiður: ?Vit vilja ikka hava Manchester United at vinna meistararheitið á Stamford Bridge, ella at vinna meistaraheitið í heila tikið.? Ferguson roynir sítt vanliga sálarliga spæl: ?Vit hava havt ein hvíludag minni enn Chelsea aftaná Champions League, og vit hava eisini ferðina niður til London.? Vinnur Manchester United eru teir gott og væl enskir meistarar. Tá verða teir 6 stig pluss ein nógv betri málmun frammanfyri Chelsea, og bert tveir dystir eru eftir tá. Manchester United hevur West Ham heima, og Wigan úti, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Chelsea hevur Newcastle á útivølli, og Bolton heima. Newcastle - og ikki minst Michael Owen - er í góðum formi, og Bolton kempar eisini desperat fyri at sleppa undan niðurflyting.