Premier League endar

Um vikuskiftið verður greitt, um tað verður Manchester United ella Chelsea, sum verður enskur meistari

Fótbóltur

 

Tann 21. mai skulu teir báðir kappingarneytarnir spæla finalu um Champions League, men undan hesum skulu tey tó gera av, hvør teirra skal taka gullið í Premier League.

Undan seinasta umfarinum, sum verður um vikuskiftið, hevur Manchester United betru kortini. Hóast teir hava útidyst, so er málmunurin hjá liðnum somikið góður, at ein sigur við meira enn 99,99% vissu gevur teimum gullið.

At talan er um dyst móti Wigan, sum einki hevur at spæla fyri, ger heldur ikki útlitini hjá Manchester United verri. Og so noyðist Chelsea at gera sítt arbeiði og annars vóna tað besta, tá teir á heimavølli spæla móti Bolton.

 

Spenningur í botninum

Umframt spenningin í oddinum, er støðan kring niðurflytingarstrikuna rættiliga spent.

Bert eitt stig er millum Fulham, Reading og Birmingham, sum tí øll vilja berjast av øllum alvi fyri stigi, tá tey fara á vøllin.

Best sær kanska út hjá Fulham, nú liðið við tveimum sigrum hevur lyft seg upp um strikuna, men á útivølli móti Portsmouth hava teir sera trupla uppgávu.

Reading hevur somuleiðis útivøll, men tað er móti langt síðani niðurflutta Derby, og Birmingham skal í seinum seinasta dysti á árinum spæla á heimavølli móti Blackburn. Altso er talan í báðum førum um dystir, sum á pappírinum eru minni truplir, enn teir eru tað hjá Fulham.