Millum mangt annað bjóðar bókmentaritið Vencil nú lesarum eina av fyrstu stuttsøgunum hjá mæta skaldinum Ernest Hemingway ? á føroyskum
Í fjórða Vencili er ein søga eftir navnframa amerikanska skaldið, Ernest Hemingway (1899 ? 1961). Søgan ?Uppi í Michigan? er úr fyrsta savni hansara Three Stories and Ten Poems frá 1923. Stuttsøgan er um kærleika og girnd, og hvussu galið hetta viðhvørt kann enda. Tað er Sámal Kristian Jacobsen, ið hevur flutt søguna yvir í føroyskt.
Vencil, sum kom út í seinastu viku, er ognaður teimum, sum onkursvegna hava debuterað, og er hetta eisini galdandi fyri føroysku høvundarnar, sum eru við hesuferð.
Hans Olaf Joensen hevur skrivað eina ferðaritroynd um tað trygga og heimliga umhvørvið og Verdun, har konan og hann vitja. Verdun var hermót undir fyrra heimskríggi, og nú eru bara kirkjugarðararnir eftir.
Eisini er Leif Olsen við í fjórða Vencili. Leif er ættaður úr Klaksvík og hevur arbeitt sum sosialráðgevi í mong ár. Hann hevur skrivað eina ritroynd, ið eitur ?Gerandisdagar?. Hon snýr seg um tað trygga heimið, sum brádliga sæst í einum nýggjum ljósi, tá frásøgurmaðurin minnist sína fortíð í miðeystri.
Eisini liggja nýggjar upptøkur av upplestrum á heimasíðuni www.vencil.fo, har tað eisini ber til at tekna seg sum haldara
Vencil fæst eisini í bókabúðunum.