Trý nýggj, føroysk met í svimjing

Fyrsta metið í kvøld kom ikki fyrr enn í sjeyndu finaluni, tá Kári á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag svam 200 m rygg við tíðini 2:05:13. Gamla metið var 2:06:44.

 

Løtu seinni setti Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met við at svimja 200 m blandað við tíðini 2:08:85. Gamla metið var 2:11:33

 

Triðji svimjarin at seta met var Malan V. Bærentsen ú Suðuroyar Svimjifelag, ið svam 50 m bringu við tíðini 34:74. Gamla metið var 34:94.

 

Suðuroyar Svimjifelag er higartil stóri sigursharrin í føroyameistarakappingini í svimjing, sum byrjaði í høllini í Gundadali í Havn í dag. Felagið hevur vunnið 11 gull, 8 silvur og 3 bronsu í teimum fyrstu 14 kappingunum.

 

Fuglafjarðar Svimjifelag hevur vunnið 2 gull, 1 silvur og 6 bronsu. Havnar Svimjifelag hevur vunnið 1 gull, 4 silvur og 4 bronsu. Og Reki hevur vunnið 1 silvur.

 

Úrslit og tíðir í øllum kappingum eru at finna við at trýsta her<a> FM í svimjing heldur fram í morgin. Klokkan 0930 eru fyrstu innleiðandi kappingarnar á skránni, meðan finalurnar byrja klokkan 1630. Rás1 hjá Televarpinum sendi finalurnar í kvøld beinleiðis, og aftur í morgin sendir Rás1 beinleiðis, byrjað verður klokkan 1620.