NSÍ fýra stig í hesi vikuni

Henda vikan hevur hilnast væl hjá næstbesta NSÍ liðnum, sum hevur verið botnlið í 1. deild. Tað er NSÍ ikki longur.

Í hesi vikuni hevur liðið spælt tveir heimadystir, sum fýra stig eru fingin burturúr.

Mikukvøldið vóru teir næstbestu hjá HB við Løkin, har síðsti dysturin í 10. umfari varð spældur. Úrslitið var 1-1. Miðvallarin Kári Hansen legði NSÍ framum í 1. hálvleiki, og verjuspælarin Torkil Kollsker javnaði fyri HB í 2. hálvleiki.

Síðsta korterið var HB undirmannað, eftir at Poul Thomas Dam hevði sæð gult fyri aðru ferð og harvið reytt.

Í gjárkvøldið vitjaði EB/Streymur við Løkin, har fyrsti dysturin í 11. umfari var á skránni. NSÍ skoraði fimm mál í 1. hálvleiki, og tað var tað.

Sonni L. Petersen hevði skorað tvær ferðir, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Í báðum førum var hann spældur leysur innanfyri verjuna. EB/Streymur gjørdi sjálvmál eftir NSÍ frísparksinnlegg, miðvallarin Jann Martin Mortensen skoraði til 4-0, eftir at Gunnar á Steig hevði hálvbjargað, og Kári Hansen staðfesti 5-0 heimasigurin.

Úrtøkan í hesi vikuni ber við sær, at NSÍ nú hevur átta stig. Tað eru tvey fleiri enn botnliðið B68 og eitt færri enn EB/Streymur, sum er á 8. plássi.