Kappróður
Tað var stórur fagnaður umborð á Gongurólvi, tá ið 6-mannaførini við kvinnum fóru um málið á Sundalagsstevnu í Hósvík. Og tað var ikki so undarligt. Seinnu árini hevur tað ikki verið á hvørjum degi ella ári, at annar vinnari hevur verið enn Jarnbardur, og í uppaftur størri mun hevur tað tey seinnu árini ikki verið á hvørjum ári, at Gongurólvur við kvinnumanning er farin fyrstur um málstrikuna.
Síðani á Eystanstevnu í 2006 hevur Jarnbardur vunnið allar róðrarnar, og tað skal leitast aftur til á Varmakeldu í 2003 fyri at finna róður, tá ið Gongurólvur við kvinnum vann. Ta ferðina var Jarnbardur næstur á mál.
Jarnbardur vann á Norðoyastevnu, men tað sást skjótt, at í Hósvík ætlaðu tær umborð á Gongurólvi sær meiri enn næstfyrsta plássið, sum tær vunnu á Norðoyastevnu, tá ið tað bara vóru tveir luttakarar.
Gongurólvur hevði besta startin. Jarnbardur royndi at svara aftur bæði eina ferð og tvær ferðir, men tað eydnaðist ikki, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd.
Hósvíkingur fylgdi báðum gestunum inn á málið. Lómur var eisini á listanum, men kvinnurnar av Argjum vórðu kolldømdar og róðu tískil ikki. Tær sóu tvær ferðir gult. Fyrru ferðina fyri at hanga eftir í startinum og seinnu ferð fyri at sleppa teyminum, áðrenn startskotið varð latið av.