hýruvogni. Síðan 1978 hevur Bjarni búð í Danmark, har hann hevur lært til elektronikkteknikara. Hann arbeiddi í mong ár sum tænastustjóri á eini fyritøku sum selur bilstereoanlegg. Bjarni hevur altíð verið virkin [...] virkin innan svimjing og fimleik, bæði tá hann búði í Føroyum og síðan hann flutti til Danmarkar. Hann hevur luttikið í nógvum kappingum og er eitt nú nevndarlimur í Roskilde Atletklub. Foreldrini hjá Bjarna
einum øðrum argjamanni. Finnleif Mortensen hevur nevniliga teknað permumyndina, eins og myndirnar inni í bókini. Her er bókin skipað soleiðis, at hvør mánaður hevur sína mynd, sum er at finna við hvørt an [...] ikki á hvørjum degi at ein andaktsbók kemur út á føroyskum. Men tað vil so ikki siga, at ikki tørvur hevur verið á eini slíkari. Og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at ein fær eina slíka bók til nýtslu í [...] og fragd av at lesa andaktir úr hesi bókini á norskum og á donskum. Heimamissiónsforlagið í Nesvík hevur nú givið út hesa bókina, ið norski gudfrøðingurin Carl Fr. Wisløff skrivaði fyri mongum árum síðani
FSF hevur gjørt ein faldara um fótbóltshøll, tí fótbóltssambandið metir, at tað er av alstórum týdningi, at farið verður undir at byggja eina slíka høll sum skjótast, tí at føroyskur fótbóltur hevur tørv [...] tørv á eini slíkari høll. UEFA hevur sett pening av til slíka bygging, og FSF hevur ræðisrætt yvir umleið 12 milliónir krónur, ið kann latast í stuðuli til eina slíka byggiætlan. Evstamarkið fyri at søkja
stjóri á Kollafjord Pelagic, sigur, at sildin, sum virkið higartil hevur tikið ímóti, hevur verið heldur rak eftir gýting, og nógvi æti hevur verið í henni. - Men sildin skuldi blivið betur og “fest” seg meira [...] Sild Saksaberg, sum P/F Vinnan í Gøtu eigur, hevur seinastu tíðina landað tríggjar lastir av sild í Kollafirði, men enn eru øll tey stóru skipini á svartkjafti og hava tískil ikki gjørt nakran sildatúr
útgávusáttmálar kring heimin fyri hesa fløguna. Men Niclas vísir á, at hetta ikki hevur skund. Nýggja umboðsfelagið hevur m.a. fingið í lag konserferðina hjá Lenu sum upphiting fyri Xaier Rudd, ið felagið [...] Fyrrverandi umboðsmaðurin hjá Lenu Andersen, Richard Ogden, flytur nú til Brasilia og tí hevur Lena valt at fáa sær eitt nýtt umboðsfelag, Thompson Management í Kanada. - Vit eru farin víðari í besta [...] Van Morrision, Rod Stewart og onnur til konsertir runt í Evropa. Nýggja kanadiska umboðsfelagið hevur fylgt Lenu leingi. Tey bjóðaðu seg fram, tá tey frættu, at Lena møguliga fór at hyggja aðrar vegir
rúmdarmanninum. -Vælkomin heim. Vit eru stolt av tær. Tað, sum tú hevur avrikað, gevur okkara ungu áhuga fyri náttúruvísindi og tøkni. Alt Svøríki hevur bíðað eftir, at tú skuldi sleppa á tína fyrstu rúmdarferð [...] tey til fleiri móttøkur. Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur róst svenska rúmdarmanninum fyri avrikið á teirri fyrstu ferðini, og sjálvur hevur hann avdúkað, at hann vil fegin sleppa út aftur í rúmdina
Strondum. Síðan 1. juni í fjør hevur Drelnes gjørt 20 túrar á garnaveiði, og hetta tíðarskeiðið hevur manningarparturin verið slakar 300.000 krónur. Ella sagt á allan hátt hevur daglønin hjá teimum, sum hava [...] Fiskivinna Tað hevur gingið væl hjá garnaskipinum Drelnesi at fiska, síðan Gudmund Mortensen keypti skipið, ið er fyrrverandi Jónrit og Akraborg. 10 mans eru við skipinum, og skipari er Janus Sørensen
Kalda kríggið er av, og tí hevur USA ikki fyri neyðini at hava so nógvar hermenn í Evropa og Asia longur. Tað heldur í hvussu er George W. Bush, forseti, sum hevur boðað frá, at fleiri herstøðir í Evropa [...] Evropa verða niðurlagdar, og at umleið 70.000 hermenn verða fluttir úr Evropa og Asia. USA hevur í løtuni 115.000 hermenn í Evropa og aðrar 97.000 í Asia og á oyggjum í Kyrrahavinum. Teir flestu amerikonsku [...] eitt av endamálunum við at niðurleggja herstøðirnar í Evropa og Asia er at spara pengar, og hetta hevur fingið fleiri av hansara politisku mótstøðumonnum at siga, at ætlanin er ikki annað enn valagn upp
Hansen, hava stóran týdning: - Hann tykist megna nógv sjálvur. Trupulleikin hjá okkum hevur ofta verið, at tað hevur ikki altíð gingið so væl at varðveita bóltin, tá ið vit hava roynt frameftir. Andersson [...] helvt. Avrikið hóskvøldið kundi bent á, at tað kanska fer at liggja betri fyri, enn tað higartil hevur gjørt. Herbert í Lon Jacobsen, sum í fitta løtu tíðliga í 1. hálvleiki lá skaddur uttanfyri, var stinnur [...] Andersson megnar væl at dekka bóltin og bíða, inntil liðfelagarnir koma framvið. Tað hevur stóran týdning, heldur Øssur Hansen, sum var ein tann eyðsýndasti hóskvøldið. Ólavsøkudag skal B68 spæla í UEFA Cup
landinum at ferðast, og hann hevur eisini fingið forboð fyri at tosa við útlendsk tíðindafólk. Men nú vil hann sleppa úr Ísrael. Norski sakførarin Fredrik Heffemehl, sum leingi hevur roynt at hjálpa Vanunu, [...] sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at Mordechai Vanunu hevur ongar møguleikar at liva eitt vanligt lív í Ísrael aftan á fongsulstíðina. Nógvir jødar hata hann, tí hann avdúkaði loyndarmálið um landsins [...] eygleiðarar vænta ikki, at hægstirættur fer at lata Vanunu sleppa av landinum, tí ísraelska stjórnin hevur sagt, at hann er framvegis ein vandi fyri landið. Viðgerðin í hægstarætti er eisini fullkomiliga loynilig