Síggja trøll á alljósum degi

Oddagrein:

Talan er eftir øllum at døma um stóra misskiljing, nú formaðurin í Tjóðveldi er farin í orðadrátt við føroysku peningastovnarnar um part av kapitalvinningsskattalógini. Hetta við teirri grundgeving, at loyvið til privatpersónar at draga rentur og møguligt tap frá í kapitalvinningi hevur virkað til, at fleiri privatir íleggjarar hava lænt seg út á sjógv.

 

Broytingarnar, sum vórðu framdar í kapitalvinningsskattalógini fyri trimum árum síðani, høvdu sum fremsta endamál at javnseta allar juridiskar persónar, tá talan var um tap og vinning av íløgum. Við øðrum orðum at burturbeina tann munin, sum fyri hetta varð gjørdur á partafeløgum og privatpersónum.

 

Vil Tjóðveldi aftur í eina støðu, har bæði privatpersónar og feløg skulu skattast av vinningi, men har bert feløg kunnu draga eina møguliga útreiðslu ella eitt møguligt tap frá, so er at siga hetta við reinum orðum, heldur enn at grugga málið við leysum pástandum.

 

Um tað hinvegin er so, at fólk hava lænt seg út á sjógv við óhepnum íløgum, so er hetta ikki eitt mál, sum hevur við kapitalvinningsskattalógina at gera. Tá hevur talan verið um ein óforsvarligan útlánspolitikk og vánaliga íløguráðgeving. Enn eru ikki ábendingar um, at so hevur verið, men er hetta støðan, hava vit ein heilt annan og nógv álvarsligari trupulleika við ábyrgdarkensluni hjá føroysku peningastovnunum.