Ongan løgmann í búkinum

Bárður Nielsen, sum í dag er stjóri á Maskinverkstaðnum á Hjalla, var einaferð ein populerur maður í Sambandsflokkinum. Tá takkaði hann nei at stilla upp sum formaður, og eitt sindur seinni fór hann frá sum landsstýrismaður og byrjaði sum stjóri fyri Stórutjørn.

Maðurin var í veruleikanum ein góður kandidatur til formanssessin í Sambandsflokkinum, og um restin av korthúsinum eisini hevði lagað seg, sum tað hevur gjørt, so er stórur møguleiki fyri, at Bárður Nielsen var løgmaður í dag. Men avgerðina at fara úr politikki hevur hann ongantíð angrað.

- Eg hevði altíð eina ætlan at fara útaftur í vinnulívið, og tað er lættari at gera tá mann er ungur heldur enn, tá mann er blivin eini 55 ár, sigur Bárður Nielsen, sum ongantíð hevur angrað, at hann fór úr politikki.

Hann sigur seg í veruleikanum hava torført við at angra nakra avgerð.

- Mann skal sjálvandi læra av fortíðini, men eg royni altíð at liva í nútíðini og framtíðini, og tí angri eg generelt fá ting, sigur Bárður Nielsen. Í samband við, at hann gavst sum politikari sigur hann eisini, at hann tók eina avgerð, sum var best útfrá fyritreytunum, sum vóru tá hann tók avgerðina.

Um løgmanssessin sigur hann, at hann ongantíð hevur havt stóran áhuga í hesum starvinum.