Magnus-málið broytir FSF-reglurnar

Við nýggju reglugerðini er gjørt meira greitt, nær tað er loyvt feløgum at seta seg í samband við leikara, ið hevur sáttmála við annað felag, og nær ein leikari verður mettur at vera áhugaleikari og nær hann verður mettur at vera yrkis- ella sáttmálaleikari.

Í útgangspunkti verður sagt, at áhugaleikari er leikari, sum onga peningaliga samsýning fær fyri at leika fótbólt, og at ítróttarútgerð og trygging ikki verður mett sum samsýning. Tað vil siga, at so skjótt sum ein leikari fær eina størri upphædd í samsýning enn hann sjálvur hevur av útreiðslun av at spæla fótbólt, verður hann ikki longur mettur at vera áhugaleikari.

Eisini verður nú staðfest, at feløg ikki hava loyvi til at royna at fáa í lag avtalu við leikara, ið hevur sáttmála við annað felag, áðrenn seks mánaðir eru eftir av

sáttmálaskeiðinum.

Loksins stendur í nýggju reglugerðunum, at í inniverandi kappingarári er ikki møguleiki hjá leikara at skifta felag uttan við góðkenning frá tí felag, sum leikarin

hevur sáttmála við.

- Vit hava gjørt hesar tillagingarnar í reglugerðini fyri at forða fyri at slík mál skulu uppstanda aftur. Tá leikárið er av til heystar, fara vit at gera eina meira gjølliga gjøgnumgongd av reglugerðini og gera neyðugar dagføringar, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.