Brynjið útlendsku kvinnurnar betur

Á aðalfundi hjá Kvinnuhúsinum í Havn, varð avgjørt at senda miðlunum soljóðandi yvirlýsing Eitt opið og kunnandi samfelag

Aðalfundurin ásannar at føroyska samfelagið hevur brúk fyri Kvinnuhúsinum/Kreppumiðstøðini. Hettar vísa hagtølini yvir áheitanir og gistingar síðan virksemi byrjaði 1.oktobur 1990.

Aðalfundurin fegnast um, at tað hevur verið gjørligt at menna tær tænastur, ið Kvinnuhúsið veitir og sum eru neyðugar. Í dag hevur Kvinnuhúsið sín leiklut innan sosiala øki, til gagns fyri kvinnur og børn og samfelagið sum heild.

Aðalfundurin fegnast um tað álit, Landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur víst Kvinnuhúsinum í samband við at fáa ráðgevingina at virka.

Samfelagsbroytingarnar henda skjótt og hava stóra ávirkan á familjuviðurskiftir. Krøvini til tann einstaka borgaran økjast. Vitan um privat og samfelagslig viðurskifti eru neyðug fyri at vera ein virkin borgari og hava nøktandi lívsgóðsku.

Føroyingar eiga at bjóða útlendingum, ið eru komnir til landið, at vera vælkomnar. Tað føroyska samfelagið eigur at ásanna sína skyldu mótvegis útlendingum og skipa fyri, at tey verða kunnaði um teirra rættindi og skyldir í samfelagnum. Til at røkka málinum er neyðugt at tryggja, at útlendingurin málsliga skilir upplýsingarnar. Vit heita tí á avvarðandi mynduleikar um at fáa týðandi kunningartilfar á ymiskum málum.