og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar, sigur Frants Jensen, aðalskrivari í Bláa Krossi. Tveir bólkaleiðarar taka sær av hesi uppgávuni. Hetta er til sera stóra hjálp hjá børnum [...] eisini fingið til vega stuðul til at gera ábøtur á gomul blákrosshús í seks býum í Grønlandi. Talan er um húsini í Nuuk, Sisimiut, Illulissat, Maniitsoq, Aasiaat og Paamiut. Hesi húsini skulu eisini brúkast
Hetta vikuskiftið hevur árliga fiskikapingin verið á Eiðisvatni. Hetta er kapping, sum stuðlafelagið hjá EB/Streymi skipar fyri Suðuri á Vatni, sum eiðisfólk kalla Eiðisvatn. Veðrið var av tí fagrasta [...] gramm og nummar trý gjørdist Hergar Hansen við einum síli upp á 715 gramm. Fyrireikararnir fegnast um góðu luttøkuna, og teir hava longu gjørt av, at tiltakið verður aftur somu tíð komandi ár.
vælkomnum við orðunum, at hetta var ein stórur dagur fyri seg, fyri Janu og fyri øll, sum hava arbeitt fyri teimum menningartarnaðu í Føroyum. Bókin er um tey fyrstu 14 árini hjá Janu, og um stríðið hjá foreldrum [...] segði frá søguni um Janu, og landslæknin gjørdi honum greitt, at hann sat inni við eini søgu, ið var verd at siga frá. Óli ringdi til Tórun og spurdi hana, um hon kundi skriva søguna um systrina. Eftir [...] hevði fingið tíð at hugsa um tað, játtaði Tórun at skriva bókina, við ávísum treytum. Fyrsta treytin var, at eingin slapp at ávirka hana, hvørki stílin ella hvat hon skrivaði um, tí hon vildi ikki koma í
Prestur segði m.a. í røðu síni: Tað er heldur ikki bara hetta vónleysa og miskunnarleysa, vit skulu hoyra, havið gav og havið tók. Men tað er hetta, ið so mangan hevur ljóðað frá fólki okkara: ”Harrin gav [...] Christianskirkjuna allahalgannadag, hóast illfýsið veður. Eftir sang- og skráheftunum at døma, vóru um 400 fólk til minningarhald teirra sjólátnu. Marjun Lómaklett, sóknarprestur flutti fram røðu og eisini [...] býurin kennist dreyma- og mjørkakendur, sum eitt tám er lagt yvir býin. At savnast her er ein áminning um, at tá ið vit falla, tá ið vit missa og sakna, standa vit ikki einsamøll, segði Signhild V. Johannesen
una. Aftaná varð boðið umborð at síggja skipið. Bygdaráðsformaðurin, Jógvan Gregersen, segði, at hetta er triði Jupiter, sum kemur til bygduna. Tann fyrsta átti Gøtu Samvinnufelag, síðani keypti Driftin [...] til bygdina, og her liggur so annar Jupiter hjá Driftini, størri og betri útgjørdur enn tann fyrri. Um tann nýggi Jupiter kemur at roynast líka væl sum tann fyrri, fer hann at føra mangan góðan fongin heim
fjølmiðlunum um, at Føroya Sparikassi tók ómaksgjald frá kundum hjá Suðuroyar Sparikassa, sum tóku pengar úr Føroya Sparikassa. Sagt var, at hetta var sum tøkk fyri, at Suðuroyar Sparikassi kom norður um fjørðin [...] fjørðin. Men hetta hevur ikki volt Suðuroyar Sparikassa stórvegis trupulleikar. ? Nei, ikki vænti eg, at hetta kemur at skilja okkum og Føroya Sparikassa, sigur Jóannes S. Hansen. Millum gestirnar í Suðuroyar [...] kortini ikki hægri, enn tað fyrr hevur verið - og til tað sigur Jóannes S. Hansen. ? Tað undrar meg, um hetta skuldi verið seinastu ferð, at ein nýggjur peningastovnur letur upp?
Mangan verður hildið, at Noreg er eitt av heimsins ríkastu londum. Men, hóast hetta, eru eisini fólk í landinum, sum ikki eiga nóg mikið til at breyðføða seg og síni. Tað vísir eisini myndin her oman fyri [...] fólk hava verið eftir mati seinastu tíðina, og hann heldur, at orsøkirnar kunnu vera nógvar. - Men, hetta vísir, at vit hava ein stóran trupulleika. Ein trupulleika, sum má loysast politiskt. Vit kunnu ikki [...] serliga nógv at gera, og ein orsøk er helst miðlaumrøðan, sum verið hevur, og sum vit eru ógvuliga fegin um, sigur dagligi leiðarin. Ein av teimum, sum var við mati til Fattighuset í dag, var Henrik Ryttmar
árið, at fáa nokk innsavnarar á sjálvum degnum, sigur Enna Garðshorn Mikkelsen og leggur aftrat. - Hetta eri eg sera, sera takksom fyri. Nú sleppa vit undan at standa og mangla 40 innsavnarar. Eg eri takksom [...] runt við bússum og samla pening inn. Tey fáa eina bússu, sína rutu og nøkur faktakort við upplýsingum um hvussu man kann stuðla arbeiðinum hjá Reyða Krossi, sigur dagligi leiðarin. Reyði Krossur Føroyar er
GLS, er ein leiðararáðstevna, sum síðani 1996 hevur verður hildin í Chicago í USA, men sum nú fevnir um ein stóran part av heiminum. Í ár verður leiðararáðstevnan hildin í 350 býum og 50 londum kring heimin [...] fleiri enn 120.000 leiðarar kring allan heim at luttaka og fáa íblástur frá hesi leiðararáðstevnuni. Hetta er triðja árið á rað, at GLS ráðstevnan verður hildin í Føroyum. Luttøkan hevur verið góð hini árini
Um vikuskifti verður Musikkstevna í Fuglafirði og har fara bæði ung og eldri at spæla alt vikuskiftið. Hetta er árliga musikkstevnan fyri hornorkestur og harmoniorkestur, og tilsamans verða tað útvið 400 [...] Orkestrini skiftast um at vera vertir og hesuferð eiga fuglfirðingar tørn og har verða konsertirnar í Mentanarhúsinum. Fyrireikararnir siga, at stevnan hesa ferð er serstøk, tí hetta er tann 50. í røðini