400 fólk tóku ímoti Jupiter

Tað vóru bæði røður og kórsangur, tá ið nýggja ídnaðarskipið hjá gøtumonnum kom sunnudagin

Sunnudagin seinnapartin stevndi nýggi Jupiter hjá Gøtumonnum flaggskrýddur inn á Gøtuvág til eina stórfingnað móttøku. Øll bygdin var flaggskrýdd og eini 400 fólk vóru samankomin á bryggjuni at taka ímóti hesum stásiliga fari. Røður vóru hildnar og felagskórið Gøta/Lorvík setti sín serliga dám á hátíðarløtuna. Aftaná varð boðið umborð at síggja skipið. Bygdaráðsformaðurin, Jógvan Gregersen, segði, at hetta er triði Jupiter, sum kemur til bygduna. Tann fyrsta átti Gøtu Samvinnufelag, síðani keypti Driftin Jupiter aftur til bygdina, og her liggur so annar Jupiter hjá Driftini, størri og betri útgjørdur enn tann fyrri. Um tann nýggi Jupiter kemur at roynast líka væl sum tann fyrri, fer hann at føra mangan góðan fongin heim., segði Jógvan Gregersen. Í Blaðnum í morgin hava vit nógv meiri frá hátíðarhaldinum, eitt nú fleiri myndir