Mangan verður hildið, at Noreg er eitt av heimsins ríkastu londum. Men, hóast hetta, eru eisini fólk í landinum, sum ikki eiga nóg mikið til at breyðføða seg og síni. Tað vísir eisini myndin her oman fyri, har fólk fyrrapartin í dag stóðu í langari bíðirøð eftir mati við Fattighuset í miðbýnum í Oslo.
Nú páskahøgtíðin stundar til, gongur tað ein vika, til matur aftur verður latin út av húsinum til fólk og familjur, sum ikki fáa endarnar at røkka og sum soleiðis heldur ikki eiga til mat á borðið. Sambært tv2.no var bíðirøðin fyrrapartin fleiri enn 400 metrar long.
Dagligi leiðarin í Fattighuset, Sverre Rusten, sigur við norska sjónvarpið, at óvanliga nógv fólk hava verið eftir mati seinastu tíðina, og hann heldur, at orsøkirnar kunnu vera nógvar.
- Men, hetta vísir, at vit hava ein stóran trupulleika. Ein trupulleika, sum má loysast politiskt. Vit kunnu ikki bíða. Í dag hava vit serliga nógv at gera, og ein orsøk er helst miðlaumrøðan, sum verið hevur, og sum vit eru ógvuliga fegin um, sigur dagligi leiðarin.
Ein av teimum, sum var við mati til Fattighuset í dag, var Henrik Ryttmar Ruus. Hann keypti ymiskt, sum var at fáa í matvøruhandlinum og koyrdi síðan túrin at geva matin frá sær til fólk sum treingja.
- Eg vildi bara royna at hjálpa og keypti so nógv, eg kundi. Eg hugsaði, at tað serliga mundi vera døgurðamatur, sum var eftirspurdur.
Men, hvat hugsaði Henrik Ryttmar Ruus, tá hann sá longu bíðirøðina eftir mati?
- Eg má siga, at eg táraði. Her sást tú fólk við ymiskari bakgrund - alt frá norskum familjum til narkomanar og ymisk onnur sum treingja. Øll hava uppiborið at vera viðfarin við virðing, og øll hava uppiborið ein døgurðabita.
Henrik Ryttmar Ruus gleðist um, at hann kundi veita eina hjálpandi hond. - Eg haldi, tað er ógvuliga hugnaligt og týdningarmikið at hjálpa í slíkari støðu, sigur hann við tv2.no.