Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur spælt sjeynda og seinasta dystin í fyrsta søguliga HM-endaspælinum nakrantíð hjá einum føroyskum A-landsliði í hondbólti.
Dysturin í Westfalenhalle í Dortmund í Týsklandi endaði 33-30 sigri til Ísland.
Okkara vóru eitt skiftið aftanfyri 7-13 í fyrra hálvleiki, og vóru í trimum førum aftanfyri við fimm málum í trimum førum. Ingi Olsen, viðmerkjari hjá KVF heldur, at hóast talan ikki gjørdist um eitt nøktandi avrik í kvøld, so kunnu tær samanumtikið vera nøgdar við eitt gott og minniligt HM.
Turið Arge Samuelsen, annar viðmerkjari hjá KVF staðfestir eisini, at hetta var ikki besti dysturin hjá Føroyum. Tað gjørdist ov tungt at vera ov nógv mál aftanfyri. Føroyar gjørdu ov nógv mistøk í serliga fyrra hálvleiki.
Hin viðmerkjarin í studionum hjá KVF, Andrias Eriksen heldur, at Føroyar runnu alla tíðina aftaná.
Jana Mittún segði í samrøðu við KVF, at Ísland var betra liðið í dag. Súna Krossteig Hansen heldur, at tær vóru ikki nóg kyniskar í dag. Súna er annars "megastolt" av samlaða avrikinum, og slær fast, at hetta verður ikki seinasta HM-endaspælið hjá Føroyum.
Í samrøðu við KVF sigur landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, at í dag vóru hansara leikarar ikki nóg dugnaligir at taka av málmøguleikunum.
Føroyar: Jana Mittún 6/7, Súna Krossteig Hansen 6/6, Rannvá Olsen 5/6, Pernille Brandenborg 5/7, Maria Halsdóttir Weyhe 4/5, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2/4, Bjarta Osbjerg Johansen 1/2, Karin Egholm 1/3.
Bjargingar: Annika Fríðheim Petersen 9/27 (33,3 prosent), Rakul Wardum 1/12 (8 prosent).
Endaliga støðan í HM-millumbólki 2:
Týskland 10 stig
Montenegro 6 stig
---------------------
Serbia 5 stig
Spania 4 stig
FØROYAR 3 stig
Ísland 2 stig
Føroyar koma at enda á einum 17., 18. ella 19. plássi í HM-endaspælinum. Vit mugu bíða eftir, at alt millumumfarið verður avgreitt áðrenn vit vita hvør endastøðan verður hjá Føroyum.











