Ellisakfarið: Mazda 929 Hardtop frá 1976

Atli Simonsen í Havn eigur ein Mazda 929 Hardtop frá 1976

 

Grein úr Sosialinum 6. juni 2025:

 

Atli hevur áður átt fleiri fleiri aðrar Mazda 929, bæði Hardtop og Coupé. Hann hevur serligan tokka til hesar bilar, sum vóru so populerir um ta tíðina, tá hann fekk koyrikort.

 

Bilurin varð keyptur úr Norra í 2020. Hann var í góðum standi, men trongdi til onkrar smærri ábøtur.

 

Bilurin hevur 1,8 litra motor og 4-gear, sum hesir bilarnir høvdu tá í tíðini. Hann hevur t.d. sett 16” alufelgur undir bilin. Nummarplátan er Fø 59.929.

 

Mazda 929 Hardtop var ein væl umtóktur bilur í Føroyum í 1970-unum, serliga millum tey ungu. Hetta er ein flottur og væl útgjørdur bilur - flott designað instrumentborð við nógvum vísarum.

 

Umframt Hardtop útgávuna fingust hesir Mazda 929 sum sedan og stationcar.

 

Fyrstu Mazda 929 komu á marknaðin í 1973, tá teir avloystu Mazda 1500 og Mazda 1800.

 

Atli er útbúgvin bilmekanikari og ger allar umvælingar sjálvur. Hann er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss til bilin í hølunum hjá felagnum undir Gráasteini. Hann koyrir við bilinum til flaggdagskoyring og til onnur tiltøk hjá felagnum.

 

Hesir Mazda 929 vórðu framleiddir frá 1976 til 1978.

 

Fyrstu Mazda komu í 1967

 

Teir fyrstu fimm Mazda bilarnir komu í 1967 sum ein roynd. Tað var bilasølan Berg Motors, sum umboðaði hesar bilar.

 

Tað vísti seg skjótt, at stórur áhugi var fyri Mazda í Før-oyum og 1. mars 1968 varð sáttmáli gjørdur við Mazda bil-verk-smiðjuna í Japan um beinleiðis innflutning av Mazda bil-um til Føroyar.

 

Teir fyrstu bilarnir vóru Mazda 1500 og síðan komu Mazda 1200. Bilarnir lógu sera væl í prísi. Tann minni, Mazda 1200, kostaði í bíligastu útgávuni 15.700 krónur og tann størri, Mazda 1500, kostaði umleið 18.000 krónur.

 

Berg Motors legði fastan ordra inn um at fáa 20 Mazda bilar um mánaðin, sum var nógv tá í tíðini. Hetta var um tað mundið, tá valutaloyvini vóru tikin av, og nú kundu øll frítt keypa bilar.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

 

 

Mazda 929L hjá Eivind Lilå sum koyrdi á bilstøðini Auto í Havn. Bilurin hevur taxalyktir á forskermunum, sum var eitt krav tá. Hesir Mazda 929L vórðu framleiddir frá 1978-80. Mynd: Eivind Lilå

Bilurin er ein Mazda 1500 hjá Birgir Due Sørensen í Havn. Hann koyrdi á bilstøðini Auto við hesum bilinum í 1970-unum. Bilurin er útgjørdur við tokulyktum og taxalyktum á forskermunum.

Bilurin er ein Rambler Rebel hjá Torkil V. Hansen, sum koyrdi á bilstøðin i Auto í Havn. Hesin Rambler Rebel er frá 1967 og var reyður. Myndin er tikin framman fyri húsini hjá Torkili á Bakkahellu úti á Reyni í Havn. Gentan er dótturin Aivi Í Pætursastovu. Rambler Rebel vórðu framleiddir av American Motors í USA, fyrst frá 1957-1960 og so aftur í 1967, tá teir avloystu teir so væl kendu Rambler Classic.

Bilurin er ein Standard Vanguard frá 1953 hjá Poul Gaard Hansen í Havn, sum koyrdi hýrukoyring á bil­støðini Bil. Frá síðst í 40-unum og nakað inn í 60-ini var Stand­ard eitt kent bilmerki her í landinum, bæði sum hýru­vogn­ar og vørubilar umframt onkrir privatbilar. Standard Vanguard vórðu gjørdir frá 1947 til 1963. Hetta mod­ellið av Standard Vanguard varð framleitt frá 1953 til 1956. Tað var Bilasølan Norrøna hjá Peturi W. Háberg og Jens Christ­ian Christiansen (Kissa), sum seldi Standard bil­ar­nar í Føroyum. Myndaeigari: Poul Gaard Hansen

Myndin er tikin við bilstøðina Taxa 1313 við Niels Finsensgøtu í Havn. Fólkini á myndini eru Harriet Nybo og Petur Clementsen. Petur koyrdi í Taxa og seinni í bilstøðini Bil tel. 1444. Á parkeringsøkinum hjá støðini er ein Ford Taunus 17M við Taxa skelti á takinum. Støðin var í húsunum hjá Hans Andreas Djurhuus (Dia á Vertshúsinum) á horninum Niels Finsengøta/Sjúrðargøta yvir av Sjónleikarhúsinum. Úr myndasavninum hjá Birgari Johannesen