Tórun Ellingsgaard tíðindakvinna skrivaði bókina, og tað var hon ið bjóðaði gestunum vælkomnum við orðunum, at hetta var ein stórur dagur fyri seg, fyri Janu og fyri øll, sum hava arbeitt fyri teimum menningartarnaðu í Føroyum.
Bókin er um tey fyrstu 14 árini hjá Janu, og um stríðið hjá foreldrum hennara Helenu og Hanus Samuelsen, sum vóru við til at stovna felagið Javna.
Í arbeiði sínum við bókini tosaði Tórun Ellingsgaard við meir enn 70 fólk, sum søgdu henni frá øllum tey mintust, og hon var ovfarin av at tey mintust so nógv sum tey gjørdu.
Bakgrundin fyri bókini
Tá Tórun hevði boðið vælkomin helt Óli Samró, beiggi Janu, eina talu. Hann tosaði fyrst til Janu, sum sat í síni egnu verð og flenti eftir hurlivasanum, og hann sá væl á henni, at hon helst vildi hava frið.
- Omma í Húsavík segði altíð, takið ikki feil av hasari gentuni, hon skilur nógv meira, enn tit halda.
Óli greiddi frá bakgrundina fyri bókini. Síðsta vár sat hann undir liðini á landslæknanum Høgna Debes Joensen í flogfarinum á veg til Danmarkar. Mjørki var, so teir sótu leingi í flogfarinum og høvdu góða tíð at práta. Óli segði frá søguni um Janu, og landslæknin gjørdi honum greitt, at hann sat inni við eini søgu, ið var verd at siga frá.
Óli ringdi til Tórun og spurdi hana, um hon kundi skriva søguna um systrina.
Eftir at hon hevði fingið tíð at hugsa um tað, játtaði Tórun at skriva bókina, við ávísum treytum. Fyrsta treytin var, at eingin slapp at ávirka hana, hvørki stílin ella hvat hon skrivaði um, tí hon vildi ikki koma í ta støðu, at kunna ákærast fyri at gera bílagt arbeiði. Onnur treytin var, at hon ikki vildi hava nakra fyrisitingarliga uppgávu.
Abstrakt, men sonn mynd
Fyrstu ferð Óli sá forsíðumyndina á bókini fekk hann ein hvøkk, men nú heldur hann forsíðuna vera framúr góða.
- Hetta er ein abstrakt, men sonn mynd av Janu. Tað vakra, men avbronglaða andlitið, mystika høvdið. Aftanfyri eru trappurnar, lívsins trappur og forðingar, sum vit øll stríðast við at koma um hvønn dag. Best av øllum er sóljan, vakurleikin frá náttúruni, tann vónin sum kemur fram hvørt vár, segði Óli Samró.
Bókin er útgivin á forlagnum ELRI. Elri er navnið á trænum, sum bleiv plantað uttanfyri vindeygað hjá Janu, tá hon flutti á Eirargarð í 1980.
Eftir taluna høvdu fólk møguleika at ogna sær bókina, og Tórun Ellingsgaard var umringað av fólki, ið vildi hava sítt eintak av bókini signareað.