Hetta vikuskiftið hevur árliga fiskikapingin verið á Eiðisvatni. Hetta er kapping, sum stuðlafelagið hjá EB/Streymi skipar fyri Suðuri á Vatni, sum eiðisfólk kalla Eiðisvatn. Veðrið var av tí fagrasta, tá ið kappingin byrjaði fríggjakvøldið klokkan 18 og eini 400 fólk vóru við í tiltakinum, har flestu teirra stóðu við tráðu í hond við frálíku myndini av setandi sól við Kollinum í baksýni.
Fríggjakvøldið varð eisini skipað fyri hugnaløtu, har Hans Erland í Brekkunum bar fram røðu og felagssangur var undirleiðslu av Signari í Homrum.
Heilt nógvir kampingvognar vóru við í ár, og eisini nógv telt, so nógv av teimum vitjandi svóvu við Eiðisvatn og hildu so fram við sílafiskingini leygarmorgunin.
Á miðdegi leygardagin var kappingin liðug, og vinnari í ár gjørdist Tórik Rouah, sum fekk eitt síl upp á 740 gramm. Næststórsta sílið fekk Thorbjørn Hansen, tað vá 720 gramm og nummar trý gjørdist Hergar Hansen við einum síli upp á 715 gramm.
Fyrireikararnir fegnast um góðu luttøkuna, og teir hava longu gjørt av, at tiltakið verður aftur somu tíð komandi ár.