400 fólk til minningarhald í Klaksvík

Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær í Christianskirkjuna allahalgannadag, hóast illfýsið veður. Eftir sang- og skráheftunum at døma, vóru um 400 fólk til minningarhald teirra sjólátnu.

 

Marjun Lómaklett, sóknarprestur flutti fram røðu og eisini sang Betesda-kórið.

 

– Hesin árligi minnisdagur er ein dagur, har allur býurin kennist dreyma- og mjørkakendur, sum eitt tám er lagt yvir býin. At savnast her er ein áminning um, at tá ið vit falla, tá ið vit missa og sakna, standa vit ikki einsamøll, segði Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini m.a. í vækomurøðu síni við minningarhaldið.

 

Prestur segði m.a. í røðu síni: Tað er heldur ikki bara hetta vónleysa og miskunnarleysa, vit skulu hoyra, havið gav og havið tók. Men tað er hetta, ið so mangan hevur ljóðað frá fólki okkara: ”Harrin gav, Harrin tók, navn Harrans verið lovað”.

 

Tí skulu vit eisini í dag á minningardegi teirra sjólátnu – eins og Ísraels fólk – royna at tríva í lovsongin til Drottin fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum. Fyri uppreisnina og hitt æviga lívið, sum hann hevur at geva okkum í Harra og Frelsara okkara Jesusi Kristi.

 

Latum okkum so í dag sum tjóð steðga á og við tøkk minnast tað, ið farið er, og prísa Harranum fyri miskunn hans og undurverk móti okkum, ið búgva og starvast í hesum landi í áliti á Harrans alvísa ráð, endaði Marjun Lómaklett, sóknarprestur.

 

Klaksvíkar Býráð, Føroya Landsstýrið, Klaksvíkar Útróðrarfelag, Arbeiðskvinnufelag, Arbeiðsmannafelag, JFK og P/F Bakkafrost løgdu krans við minnisvarðan eftir minningarløtuna í kirkjuni.

 

Síðani varð boðið til ein kaffimunn í Betesda.