Um vikuskifti verður Musikkstevna í Fuglafirði og har fara bæði ung og eldri at spæla alt vikuskiftið.
Hetta er árliga musikkstevnan fyri hornorkestur og harmoniorkestur, og tilsamans verða tað útvið 400 fólk, sum fara at spæla.
Fyrireikararnir siga, at tilsamans eru tað 185 musikkskúlanæmingar og 207 tónleikarar í vaksnamannaorkestrunum, sum fara at spælar Stevnan er skipað soleiðis, at næmingaorkestrini spæla fríggjadagin dagin og vaksnamannaorkestrini leygardagin.
- Stevnan hevur havt alstóran týdning fyri tónleikin og tónleikaranar við, tí hon hevur verið bæði savnandi og kveikjandi.
Orkestrini skiftast um at vera vertir og hesuferð eiga fuglfirðingar tørn og har verða konsertirnar í Mentanarhúsinum. Fyrireikararnir siga, at stevnan hesa ferð er serstøk, tí hetta er tann 50. í røðini.
Musikkstevnan byrjar fríggjadagin klokkan 14, tá ið Eyðun á Lakjuni, formaður í mentanarnevndini, setir stevnuna tann dagin í Mentunarhúsinum, og orkestrini, sum fara at spæla, fríggjadagin, eru:
L´orchestra della cittá, Eystur og Fuglafjarðar Musikkskúli,
Messinensemble úr Gøtu/Leirvík og Fuglafirði
Messingorkestur Tórshavnar Musikkskúla
Skúlaorkestur Tórshavnar Musikkskúla
Lúðrar
Ælabogin
Norðanvindar úr Klaksvík
Norðljómur
Ungdómsorkestrið úr Vágum
Leygardagin klokkan 14, setir Sonni á Horni, borgarstjóri stevnuna leygardagin í Mentunarhúsinum, og orkestrini, sum tá fara at spæla,eru:
Fuglafjarðar hornorkestur
Eiðs ljómfelag
Nes Sóknar musikkfelag
Klaksvíkar hornorkestur
Havnar hornorkestur
Tvøroyrar hornorkestur
GHM










