Aftur í ár verður altjóða leiðararáðstevnan ?The Global Leadership Summit? í Føroyum. Væntandi verður Norðurlandahúsið fult hesaferð av leiðarum sum ynskja at gerast betri Tað verður Kaj Leo Johannesen, løgmaður sum fer at seta hesa altjóða leiðararáðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum í næsta mánaði. Millum luttakararnar er tann sera høgt virdi leiðarin Jack Welch, fyrrverandi forstjóri á risafyritøkuni General Electric.
?The Global Leadership Summit?, stytt GLS, er ein leiðararáðstevna, sum síðani 1996 hevur verður hildin í Chicago í USA, men sum nú fevnir um ein stóran part av heiminum.
Í ár verður leiðararáðstevnan hildin í 350 býum og 50 londum kring heimin. Væntandi fara fleiri enn 120.000 leiðarar kring allan heim at luttaka og fáa íblástur frá hesi leiðararáðstevnuni.
Hetta er triðja árið á rað, at GLS ráðstevnan verður hildin í Føroyum. Luttøkan hevur verið góð hini árini, og leiðarar siga seg eisini hava fingið nógv burturúr.
Fyrilestrarnir frá ráðstevnuni í USA vera allir vístir á stórskíggja og verða haraftrat tekstaðir til føroyskt. Eitt arbeiðshefti verður gjørt, so ein kann fáa enn meiri burturúr.
Væntandi verða út móti 400 føroyskir leiðarar við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, og er Føroyar sostatt tað landið, sum klárar at savna nógv flest fólk til hesa leiðsluráðstevnuna í mun til fólkatalið í landinum. Samanbera vit okkum við Danmark, so savna teir umleið 500 fólk til ráðstevnuna.