? Jú, vit hava gott mót, og vit eru nøgd við gongdina higartil, sigur Jóannes S. Hansen, sum er deildarleiðari í Suðuroyar Sparikassa, sum fyrr í vikuni lat upp deild í gongugøtuni í Havn.
Jóannes S. Hansen sigur, at nógvir kundar nýttu høvi hendan dagin at stovna nýggja konto - og hann leggur eisini dent á, at tað ikki bara vóru suðringar, sum vitjaðu bankan.
? Nú komi eg úr Eysturoynni, og eg hava starvast leingi í bankaheiminum, so eg kenni nógv fólk. Tí er tað eisini so lætt hjá eitt nú eysturoyingum at spyrja Jóannes, sigur hann.
Suðuroyar Sparikassi letur lán til privatfólk og til smærri vinnulívskundar á jøvnum føti við hinar peningastovnarnar, sigur Jóannes S. Hansen, sum hevur starvast í Føroya Banka í 30 ár.
Øll vilja víðari
Sparikassin hevur umframt nýggju deildina í Havn tvær deildir í Suðuroy, eina í Vági og eina í Porkeri.
? Men hava tit so ætlanir um lata fleiri deildi upp kring landið - eitt nú í Klaksvík?
? Tá tú nú nevnir Klaksvík, so er svarið nei, sigur Jóannes S. Hansen. ? Men øll vilja vit víðari, leggur hann afturat.
Herfyri var nógv frammi í fjølmiðlunum um, at Føroya Sparikassi tók ómaksgjald frá kundum hjá Suðuroyar Sparikassa, sum tóku pengar úr Føroya Sparikassa. Sagt var, at hetta var sum tøkk fyri, at Suðuroyar Sparikassi kom norður um fjørðin. Men hetta hevur ikki volt Suðuroyar Sparikassa stórvegis trupulleikar.
? Nei, ikki vænti eg, at hetta kemur at skilja okkum og Føroya Sparikassa, sigur Jóannes S. Hansen. Millum gestirnar í Suðuroyar Sparikassa hendan dagin vóru eisini stjórarnir í Føroya Sparikassa, sum heilsaðu kappingarneytanum væl komnum í Gongugøtuna.
Royndir úr
báðum bankunum
Afturat deildarleiðaranum, Jóannesi S. Hansen eru tvey starvsfólk sett . Onnur teirra er Gudny Christiansen, sum Jóannes hevur starvast saman við í Føroya Banka og hin er Eyð Jacobsen, sum í sínari tíð starvaðist í Sjóvinnubankanum.
Men ta fyrstu tíðina, meðan stórt trýst er á, hava tey fingið hjálp frá tveimum starvsfólkum úr deildunum í Suðuroy, eins og Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa hevur tikið eina hond í við.
Jóannes S. Hansen sigur, at enn hava tey ikki tikið nakran lærling inn.
? Nú mugu vit fyrst royna at fóta okkum, og so fáa vit at síggja, hvør tørvur verður, sigur hann.
Gongugøtan er
tað besta staðið
Deildarleiðarin í nýggja sparikassanum í Havn letur væl at hølisviðurskiftunum.
? Tú kanst valla krevja betur stað at lata upp ein peningastovn, enn á vestursíðuni í Niels Finsgøtu í Havn. ? Tað er neyvan tann gongubreyt, ið verður meira nýtt í býnum, enn hendan, sigur hann.
Eisini vísir hann aftur tí, ið summi hava sagt, at tað er keðiligt við einum peningastovni, tí hann er so »deyður«.
? Men tað passar ikki. Har ein peningastovnur er, har eru eisini nógv fólk og nógv lív. Eg vænti eisini, at virksemið hjá okkum fer at føra nógv fólk, ið ikki vanliga koma í hetta umhvørvið, higar - og tað man fara at smitta av til onnur, heldur Jóannes S. Hansen.
Við nýggja sparikassanum í Havn er talið á peningastovnum kortini ikki hægri, enn tað fyrr hevur verið - og til tað sigur Jóannes S. Hansen.
? Tað undrar meg, um hetta skuldi verið seinastu ferð, at ein nýggjur peningastovnur letur upp?










