ikki vist, at hetta er ein tilvitað gerð, beinleiðis rættað móti Finni Helmsdal til tess at útihýsa tær úr Sosialinum. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so kundi tað ikki fallið okkum inn at gjørt slíkt [...] gong í móti tær, Finnur, tó at tú fert so illa við okkum í leiðsluni á Sosialinum og annars sker starvsfólkini á blaðnum yvir ein kamb. Kringvarpið visti í gjár at siga, at Danmark er tað landið í heiminum [...] tey, um tey kenna tað sama sum tú, at ávís tjóðveldisfólk ikki fáa síni lesarabrøv í Sosialin! Vit eru menniskju eins og tú Finnur! Eg skilji á lagnum, at tú følir, at vit gjørdu tær órætt í maimánað í
svartaperi, tí tær høvdu ilt við at fáa alt at hanga saman, og nú er støðan bara versnað uppaftur meiri. Leiðslurnar skulu finna loysnir; ein máti er at leggja flokkar saman fyri at spara tímar, men flokkar við [...] er orðblindur. Men har var eingin hjálp at fáa. Hvussu í verðins navni kann tað undra nakran, at vit liggja niðast á listanum tá pisakanningar eru? Eg má siga, at eg kann ikki annað enn geva Herálvi rætt [...] kann tað forsvarast at leggja flokkar saman, so tað ikki verður inniverðandi í tímunum? Hettar er avgjørt ikki rætta staðið at spara. Mær vitandi hava lærarar verið á skeiði fyri at útbúgva seg, so teir
sjálvum, nei, nei, er Jógvan bispur nú farin at taka Bíbliuna so bókstaviliga, at hann er farin at kappast við kong Dávid? Nei, so galið var tað ikki. Eftir skrivinum at døma, er Olofson einki broyttur, síðani [...] fyri mær sama orðatakið. Ofta verður víst til Bíbliuna fyri at undirstrika, at tað, sum ein sigur, er satt. Bíblian er skrivað soleiðis, at vit til eina og hvørja tíð kunnu finna eitthvørt, ið vit kunnu [...] Har er ikki nógv at finna um javnstøðu, sum annars er høgt í metum í dag. Paulus sigur fleiri ferðir: Eg vildi ynskt, at tit vóru sum eg, tað vil siga ógiftir. Somuleiðis sigur hann, at kona skal tiga í
átti hann. Tá ið hann var leyslatin, sat hann ein dagin og át saman við okkum og eg spurdi hann tá: »Um tú nú visti, hvat ið tú komst at verða føddur til, at alt kom at verða tað sama, sum tú nú hevur upplivað [...] tú so svarað«? Svarið fekk okkum at hvøkka við og at undrast. Hann segði: »Eg vildi takka fyri, at eg varð føddur. Tað var ikki uttan lívsvirði og meining. Tað hendi, at tað vóru fangar, sum vóru fyri ongum [...] ómegd í fangahúsinum, tí at teir ikki orkaðu at bera revsingina. Og so var tað ofta eg, sum talaði við teir og var um teir. Eg visti jú betur enn mangir aðrir, hvat ið tað vildi siga at sita innistongdur. Og
Í botninum er talan um satt eljustríð. Køge er fýra stig aftanfyri hini liðini, og teir á uppflytaraliðnum tykjast nú so mikið mótfalnir, at sera nógv bendir á, at teir fara at flyta niður. Hvør hin n [...] tað restaðu fýra minuttir. At Esbjerg misti eitt stig kann í síðsta enda fara at vísa seg at vera ein dýrur missur. Teir eru fimm stig frammanfyri AGF. Eingin roknar við, at Esbjerg skal flyta niður, men [...] Christian Andersen, tosaði ógvuliga leingi um, at setningurin hjá honum og spælarunum var at sleppa undan niðurflytingini. Í nakrar vikur hava teir sagt, at málið var at enda millum seks tey femstu. Eftir sigurin
eftir øllum at døma komin til Irak. Eitt blað í Saudiarabia visti fyri nøkrum døgum síðani at siga, at fyrrverandi herovastin var farin úr Danmark til Kuwait, og sama blað skrivaði í gjár, at herovastin [...] skrivar irakski ST-sendiharrin, Mohammed Aldouri, at ST eigur at vísa, at tað heldur upprunasáttmálan hjá felagsskapinum. Mohammed Aldouri skrivar, at álopið á Irak er eitt álopskríggj og brot á fólkarættin [...] Herfyri gjørdi Suðurkorea av at steðga sendingunum, men í seinastuni hava tær verið aftur at hoyra, og tað hevur fingið ilt í norðurkoreanar. Stjórnin í Norðurkorea segði í gjár, at tað kann fáa álvarssamar
Hvat er nú at halda seg til? Niðurstøðuna hjá løgmanni ella niðurstøðuna hjá Høgna Hoydal? Almenningurin hevur krav at fáa at vita, hvør av hesum so høgu harrum hevur rætt ella sigur satt. Báðir kunnu [...] brádliga fingið annað ljóð. Ein nýggjan, øðrvísi og hægri tóna. Nú helt løgmaður, at av tí at landsstýrismaðurin hevur mandat til at seta landsantikvar, so var tað ein legal setan. Løgmaður kundi ikki gera meira [...] er í honum, og hvussu langt røkkur hann, tá vit nú eru í teirri støðu, at løgmaður, sum helt at so mikið skeivt varð farið fram, at sessurin varð reinsaður og fyltur aftur við Høgna Hoydal sum heldur júst
og fakfólk hittast at gera av, hvør eigur heiður fyri gott tilfar, ið er framleitt til børn. Og kappingin er ikki bert nakað hissini, tað skilir ein við at fáa at luttøkutreytirnar at vita. Tað kostar 25 [...] plagar bara altíð at henda fyri onkran annan, ikki meg, sigur Angela, sum leggur afturat, at hon væntar hvørja løtu at vakna og uppdaga, at hetta er ein dreymur. - Eg eri vorðin leiðari fyri Frítíðarskúlan [...] sigur Angela, sum fekk stuðul at fara við til kappingina frá nevndum handan kappingina. - Eg væntaði ikki so nógv, helt at sendingin skuldi bara vísast, men so vísti tað seg, at hon var við. Ein fær kritikk
á hondbóltsleiðini. Tað, at einki var óført, er nú snara 180 stig. Nú er alt torført. Tað er ein katastrofa, at vit ikki sleppa at spæla okkara heimadystir í Føroyum. Kenslan at standa á heimavølli, syngja [...] Tað er ein katastrofa, at vit ikki sleppa at spæla okkara heimadystir í Føroyum. Kenslan at standa á heimavølli, syngja tjóðsangin og síggja Merkið í høllini, kann ikki sammetast við nakað annað. (Klumma [...] ndsliðsspælara, í samband við at spæla heimadyst á útivølli í Sosialinum 31. august) Slapp eg sjálvur at velja, so hevði eg altíð spælt á heimavølli. Ítróttafólk plaga at fáa bestu úrslitini á heimavølli
nógva vekt á, at ein má trúgva. Presturin má vita, at kirkjan eisini setur krøv til, at trúgv má vera fyrst, tí var tann skeiva læran um barnadóp uppfunnin eini 200 ár eftir Krist, aftaná at ápostlarnir [...] var avsluttað. Tá kom læran um, at ein gumma skuldi siga fyri barnið, at tað trýr, ein fulkomiliga ókend læra í Bíbliuni, eingin nýføðingur kann trúgva, trúgvin kemur av at hoyra. Hatta er ein vitleys læra [...] tó, at í dag hugsar eingin á handa hátt. Eg eri ikki glaður fyri at skriva á henda hátt, eg ynski ikki at vera provikerandi, eg eigi nógvar vinir innan kirkjufólk, eisini prestar, men eg má tala at um hetta