Hygg í spegilin Finnur Helmsdal!

Tað er ein hóttan móti fólkaræðinum, tá ein løgtingsmaður ferð eftir ferð setir fram ósannar skuldsetingar móti fjølmiðlum og fjølmiðlafólki

Eirikur Lindenskov
blaðstjóri á Sosialinum

Í Sosialinum mánadagin hevur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður fyri Tjóðvelidsflokkin eitt aftursavar upp á eina oddagrein í Sosialinum í síðstu viku. Oddagreinin var ein reaktión upp á skuldsetingar, framsettar av Finni Helmsdal á løgtingi í sambandi við umrøðuna av ólavsøkurøðu løgmans, har hann segði, at »fleiri tjóðveldisfólk hava verið útihýst í Sosialinum í fleiri ár«. Hann vil vera við, at vit her á blaðnum beinleiðis úthýsa lesarabrøvum og viðmerkingum frá ávísum tjóðveldisfólkum, t. d. Finni Helmsdal sjávlum.
Eftirsum at eg eri blaðstjóri á Sosialinum, so havi eg rættiliga stórt innlit í, hvussu vit handfara slíkt her á blaðnum. Og eg kann vátta, at tað er beinleiðis lygn, sum Finnur Helmsdal førdi fram  og sum hann so ofta áður hevur ført fram.
Eg fari at biða Finn Helmsdal spyrja onnur tjóðveldisfólk, um tey kenna trupulleikan. Spyr formann Høgna, um hann kennir seg tilsíðissettan ella útihýstan úr Sosialinum. Spyr Hergeir, spyr Heidi, spyr Páll, spyr Tobba, spyr Karsten, spyr Annitu, ella spyr Jógvan Arge ella Leiv Hansen. Spyr tey, um tey kenna tað sama sum tú, at ávís tjóðveldisfólk ikki fáa síni lesarabrøv í Sosialin!
Vit eru menniskju eins og tú Finnur! Eg skilji á lagnum, at tú følir, at vit gjørdu tær órætt í maimánað í 1998. Júst hatta málið minnist meg ikki. Men tað kann væl vera, at vit hava gjørt ein feil. Tað hendir hjá okkum, eins væl og hjá tær, Finnur, tí tú gert eisini tínar feilir, minst til tað!
Um so er, at vit hava gjørt tær órætt einaferð, so er tað ikki vist, at hetta er ein tilvitað gerð, beinleiðis rættað móti Finni Helmsdal til tess at útihýsa tær úr Sosialinum.
Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so kundi tað ikki fallið okkum inn at gjørt slíkt. Ikki ein gong í móti tær, Finnur, tó at tú fert so illa við okkum í leiðsluni á Sosialinum og annars sker starvsfólkini á blaðnum yvir ein kamb.
Kringvarpið visti í gjár at siga, at Danmark er tað landið í heiminum, har fjølmiðlarnir hava størsta frælsi. Eg vildi ynskt, at so eisini var í Føroyum, men við politikarum sum tær, so er pressufrælsið í stórum vanda. Tú ert tilfeldigvís løgtingsmaður. Tað merkir, at tú telist millum lógarsmiðirnar. Tá slík fólk soleiðis í tíð og ótíð leggja eftir fjølmiðlunum og fjølmiðlafólkum  fólkum sum geva sítt íkast fyri fjølmiðlarnir dag og dagliga og soleiðis gera sítt til at uppihalda fólkaræðinum, so er veruligur vandi á ferð.
Eg haldi sjálvur, at tað er nokso langt úti, at tú ikki ein gong kanst ringja á Sosialin og spyrja, um vit hava gloymt eitt lesarabræv ella røðu hjá tær í 1998, heldur enn ferð eftir ferð at leggja eftir okkum og leggja okkum undir líkt og ólíkt. Faktiskt er hetta nokso primitivt, serliga tá havt verður í huga, at tú ert løgtingsmaður. Og at tú segði ósatt í tinginum hendan dagin, tað prógvar tú jú sjálvur, tá tú sigur, at »seinastu árini havi eg tí bert sent Dimmalætting og Oyggjatíðindum greinar mínar...«. Hvussu skulu vit útihýsa tær, tá tú ikki sendir okkum tínar greinar???
Og so tosar tú um at vera persónligur! At niðurgera teg persónliga! Álvaratos, Finnur Helmsdal. Tú hevur sjálvur feliri ferðir niðurgjørt okkum á Sosialinum  eisini okkara persónligu fíggjarligu viðurskifti hevur tú niðurgjørt. Tað haldi eg vera nokso langt úti, serliga tá man hevur so lítið innlit í slík víðurskifti, sum tú hevur víst at tú hevur.
Ikki tí, Finnur. Eg haldi, at eg kenni teg nokso væl, og tí perlar øll hendan sinnisrørslan hjá tær av mær rættuliga skjótt. Men eg haldi kortini, at hetta er nokso primitiv. Tú ert trods alt løgtingsmaður, so tú burdi havt størri format.
Men eg skilji, at ein ávís hending í 1998  altso fyri átta árum síðani, hevur hildið sinni tínum í kók síðani  at tú ert meira ímintur, enn eg hevðí ímyndað mær!
Men míni ráð góði Finnur: Gang í teg sjálvan, hygg í spegilin... og spyr teg sjálvan:
- Kunnu slíkir menn byggja land?


P. S. Finnur Helmsdal skal hava ta rós, at hann í nógvar mátar er ein skilagóður og dugnaligur politikari. Um onkur fær ta fatan, at mær ikki dámar persónin, so er tað als ikki so, tí Finnur Helmsdal er í nógvar mátar ein hampamaður. Trupulleikin er bara tær einoygdu brillurnar, sum hann átti at lagt frá sær einaferð med alla. Tað hevði gagnað honum bæði persónliga og politiskt!